|
|
- føroysk sendirøð frá 2001
Landslagslistin tók seg av álvara upp í Føroyum um ár 1900. Tað vóru serliga teir tríggir Niels Kruse, Kristin í Geil og Jógvan Waagstein, sum - í tráð við vaksandi tjóðskaparkensluna - høvdu ans fyri føroyska landslagnum og bygdalagnum. Og tað varð skjótt, at eisini aðrir tóku táttin upp. Sjálvlærdir Landslagsmálarar ferðaðust í 1920- og 30 árunum kring oyggjarnar og málaðu føgur útsýni yvir fjørð og sund, bygdarløg og býlingar. Eisini henda greinin av listini mentist sum árini liðu, tað kendasta umboðið fyri hesar málararnar man vera Sigmund Petersen. Aðrir gingu aðrar leiðir. William Heinesen hevur helst fingið íblástur frá vaksandi áhuganum í grannalondunum fyri sagnum og ævintýrum. Í 1920árunum teknaði William Heinesen nógvar av teimum myndunum av eitt nú trøllum og huldufólkum, sum eru kendar tann dag í dag. Tað var serliga í 1920árunum, at man fyri fyrstu ferð kann tosa um eitt listaumhvørvi í Føroyum. Hóast enn ikki er talan um professionell listafólk, sum liva av listini eina, so vóru hesi árini merkt av einum eldhuga og nýskapan og eini kenslu av at byggja land.
Skrivað og lagt til rættis fyri SvF: Bárður Jákupsson.
Programmleiðsla: Ivan Niclasen.
|