|
|
- føroyskur dokumentarur
Á løgtingsvalinum í fjør vann høgravongurin á vinstravonginum, og vinstravongurin mátti lata valdið frá sær.
Men flokkarnir, sum sótu í samgongu farna valskeið, kundu fegnast um, at teir fingu heilt nýggjar politikarar valdar á ting.
Tann 25 ára gamli, Bjarni Kárason Petersen, varð valdur fyri Framsókn, og nýggjur tinglimur fyri Tjóðveldi gjørdist tann 23 ára gamla, Hervør Pálsdóttir.
Á javnaðarlistanum streyk tann 28 ára gamla, Ingilín Didriksen Strøm, inn á ting.
Toppskorari millum tey ungu gjørdist tó Beinir Johannesen úr Fólkaflokkinum, sum vað valdur við 995 atkvøðum.
Lagt til rættis: Uni Arge.
Filmað og klipt: Jógvan Eli Dam.
|