|
|
- do. dokumentar
Hon varð fødd av fátækum foreldrum, vaks upp í einum bakgarði í Randers, varð givið burtur til eina ferðandi sirkusprinsessu og endaði við at gerast vakrasta stjørnan í heimsins størsta sirkusi. Í dag er Norma Fox 95 ára gomul og býr í einum lítlum húsum í útjaðaranum av sirkusbýnum Sarasota í Florida. DR2 sigur ta ævintýraligu og syndarligu søguna um eina veruliga sirkusprinsessu, sum bert fá fólk í Danmark hava hoyrt um.
|