|
|
- føroysk røð frá 2002
Frimod Joensen var Føroya fyrsti naivistiski málari. Hann var sjálvlærdur, og við óspiltari frásagnargleði endurgevur hesin litglaði málarin heiman av Sandi landslagið uttanum seg. Veruleikin, sum hann fatar hann, skal uttan hóvasták endurgevast eins beinleiðis og hann verður uppfataður. Frimod málaði eisini ein hóp av sjálvsmyndum. Hjá honum var onki myndaevni ov banalt. Hann málaði sítt svára einsemi, sín longsul og sínar dreymar. Í sendingini skulu vit millum annað eisini hoyra um tveir listamenn úr Mikladali, Hans Hansen og Fridtjof Joensen. Hans var í Íslandi undir krígnum og lærdi til húsamálara. Tá hann sá málningarnar hjá stóra íslendska listamanninum Kjarval, gjørdi hann av at vera listamálari. Fridtjof Joensen var maskinmeistari. Hann sigldi við trolara og arbeiddi síðani sum smiður. 47 ára gamal tók hann ta óvanligu avgerðina at fara á myndahøggaraskúlan á kunstakademiinum í Keypmannahavn. Í mongum bygdum og býum í Føroyum kann man í dag síggja hansara standmyndir og framskornu myndir.
|