|
|
- føroysk røð frá 2002
Havið hevur alstóran týdning fyri Trónd Patursson. Hann hevur siglt um øll havsins høv, og føddur og uppvaksin nær mølini við sugguna í Kirkjubø hevur hann í sær stórhavsins andadrátt. Listarligu útbúgving sína fekk hann í Keypmannahavn, Voss og Oslo. Náttúran sæst ofta aftur í listini hjá honum. Hav og klettur og ørandi bjørg undir rekandi skýggjum hómast í tí at síggja tilvildarliga streyminum av rennandi litum. Hjá Maritu Nattestad eru litir og formar heilt óbundnir av nøkrum líkskapi við náttúruna. Málningar hennara skulu ikki lýsa hugløg, ið hava samband við landsløg ella ítøkilig myndevnir. Kvinnan á Skipanesi er hinvegin ein av okkara fáu abstrakt-ekspressionistisku málarum. Í sendingini hitta vit eisini Amariel Norðoy, sum er ein av teimum listamonnunum, ið gera nógv burturúr einum føstum tema. Eyðvitað verða myndirnar ikki eins kortini, sjálvt tað mest einfalda myndevnið kann verða til túsund ymiskar myndir. Amariel hevur útbúgving av listaakademiinum í Keypmannahavn, bæði á málaraskúla og grafiskum skúla. Eyðun av Reyni tekur støði í tí litríka koloristiska landslagsmálarínum, ið eyðkennir føroyska málningalist eftur kríggið. Myndamálið abstraherar frá tí ítøkiliga, tó er temað fram um onnur mangan bygdin við havið undir tí stóra fjallinum.
|