|
|
- bretskur spenningsfilmur frá 2024, óhósk. fyri børn
Seinni heimsbardagi. Kavbátarnir hjá Hitler gera tað trupult hjá bretum at fáa veitingar úr USA, tí kavbátarnir leypa á og søkkja skip hjá teimum sameindu í Atlantshavinum. Tí gevur Winston Churchill (Rory Kinnear) grønt ljós til, at Gus March-Phillips (Henry Cavill) og ein serstøk deild av hermonnum kunnu leypa á støðirnar, har kavbátarnir hjá nazistunum fáa veitingar og verða umvældir. Alt skal fara fram í størsta loyndarmáli, tí støðirnar liggja á neutralum øki.
Filmurin er grundaður á veruligu Operation Postmaster, sum fór fram 14. januar 1942.
Upprunaheiti: The Ministry of Ungentlemanly Warfare
Framleiðsluár: 2024
Aldursmark: 15
|