|
|
- føroysk dokumentarrøð frá 2013
Ein lýsing av føroysku uppsjóvarvinnuni í brotum, har skift verður millum nóta- og trolveiðina í dag og brot úr søguni hjá hesi vinnu.
1. sending byrjar í 50-unum. Tá varð saltað í tunnur og roynt við gørnum. Vit hoyra um, tá Júst í Túni kom við fyrsta kraftblokkinum til Føroya, Osvald Sivertsen sigur frá. Hann var bestimaður við Júst tá, og seinni við skipunum hjá Eileri Jacobsen. Á makrelveiðu umborð á Christiani í Grótinum, sum partrolar við Norðborg, sigur Christian Martin Rasmussen frá. Vit hitta eigarar og manning við bátunum hjá "Varðanum". Vit hoyra um Trónd í Gøtu, sum kom í 1987 sum eitt úrslit av nógv umtalaða skipapakkanum hjá Atla Dam, sála og hoyra hann úttala seg um týdningin av størri og meira framkomnum uppsjóvarskipum. Hetta søgdu mong, bert var eitt ævintýr!
Lagt til rættis: Zacharias Hammer.
|