|
|
- føroysk dokumentarrøð frá 2013
Í øðrum parti eru vit umborð á nýggju Norðborg. Jón Rasmussen er skipari. Christian Martin Rasmussen greiðir frá, hvussu alt vendist, tá sildin kom aftur fyrst í 90-unum, Tá vóru teir nærmast farnir á húsagang eins og onnur reiðarí í uppsjóvarvinnuni. Christian í Grótinum varð bygdur í Chili í 1998. Seinni keyptu teir framleiðsluskip og fyri 5 árum síðani bygdu teir hetta sera framkomna framleiðslu- og fiskiskipið, Norðborg. Vit fylgja framkomnu framleiðsluni umborð, har alt verður gagnnýtt, einki fer útaftur. Ein ótrúlig broyting hesi seinastu 50 árini í okkara nóta- og trolveiðu eftir uppsjóvarfiski.
Lagt til rættis: Zacharias Hammer
|