|
|
- amr. drama frá 2014
(Still Alice).
Í sambandi við Altjóða Alzheimers dag, ið er 21 sept., endursenda vit filmin "Eg eri framvegis Alice".
Viðurkendi professarin Alice Howland (Julianne Moore) er beint fylt 50, tá hon fer at gloyma orð og missir ættarskilið. Hon fær at vita, at hon hevur ein sjáldsaman variant av Alzheimers, sum skjótt broytir hennara lív ? og sum sjálvandi eisini rakar mannin og børnini hart. Hennara skynsemi og yvirlit følna so smátt, og saman við familjuni roynir hon at klára seg í nýggja veruleikanum. Sum steinur oman á byrðu kunnu tey trý vaksnu børnini hjá Alice arva sjúkuna.
Julianne Moore vann eina Oscar virðisløn fyri høvuðsleiklutin í filminum.
Leikarar: Dr. Alice Howland: Julianne Moore, Lydia Howland: Kristen Stewart og Dr. John Howland: Alec Baldwin. Anna: Kate Bosworth. Tom Howland: Hunter Parrish. Prof. Hooper: Victoria Cartagena. Jenny: Erin Darke. Charlie: Shane McRae.
Leikrit: Richard Glatzer og Wash Westmoreland eftir bók hjá Lisu Genova.
Leikstjórn: Richard Glatzer og Wash Westmoreland.
Upprunaheiti: Still Alice
Framleiðsluár: 2014
|