|
|
- amr. spenningsfilmur frá 2023, óhósk. fyri børn
John Wick (Keanu Reeves), leigumordari, verður lýstur friðleysur av heimsins maktfullu leiðarum í brotsmannaumhvørvinum, The High Table, har Marquis (Bill Skarsgård), gongur á odda. Hann lovar stóra finningarløn fyri høvdið á Wick, og skjótt jakstra fleiri av heimsins vandamiklastu leigumordarum Wick - millum teirra er tann blindi Caine (Donnie Yen), serfrøðingur innan stríðsítrótt.
Fyri at sleppa undan Marquis, fer Wick til París, har endaliga uppgerðin skal verða á teimum 222 trinunum upp til Sacré-C?ur-kirkjuna.
Handan visuella úttrykkið í filminum er danski fotografurin, Danin Dan.
Upprunaheiti: John Wick: Kapittul 4.
Framleiðsluár: 2023.
Óhóskandi fyri børn.
|