|
|
- skaldið og menniskjað Jens Pauli Heinesen, fø.dok. (1:2) endurs. frá 2002
Jens Pauli Heinesen var helst virknasti rithøvundur í Føroyum og hevur latið eftir seg ein megnar mentanararv til okkara samfelag. Yvir 30 bøkur
- nógvar túsund síður tilsamans - eru komnar á prent frá hansara hond, umframt greinir og umsetingar. Spurningurin er, hvussu nógv hetta samfelag virðir lívsverkið hjá Jens Paula.
Henda spurning setur Gulla Øregaard í filminum, har hon hevur sett sær fyri at lýsa rithøvundan sum skald og menniskja og tey kor, hann hevur havt at virka undir sum høvundur. Filmurin er í tveimum pørtum - fyrsti partur leggur dent á tann meira almenna persónin - skaldið Jens Paula Heinesen, meðan annar partur leggur dent á privatpersónin - menniskjað Jens Paula Heinesen.
Lagið hjá Elini Heinesen til tekstin hjá pápanum Jens Paula Heinesen "Eitt dýpi av dýrari tíð" er filmstemalag, og er í sambandi við filmsgerðina sett út fyri symfoniorkestur og kór. City of Prague Philharmonic Orchestra spælir, Tórshavnar Manskór syngur kór og Elin Heinesen er solistur.
Lagt til rættis: Gulla Øregaard og Elin Heinesen
|