|
|
- føroysk barnasending (4:5)
Í barnasendingini "Hvat gera tit?" fara vit at undrast saman við Maluni og Nikláa.
Við morgunmatarborðið gongur prátið væl, og nógvir spurningar eru, sum Malan og Niklái kjakast um. Tey eru ikki altíð samd, og ofta hava tey hvør sína hugsan um, hvussu ymiskt hongur saman.
Tá er gott at kunna leita sær ráð hjá øðrum. Tí fara Malan og Niklái at vitja ymisk arbeiðspláss, har tey hitta spennandi fólk, seta spurningar og sleppa at royna seg í ymsum uppgávum.
Lagt til rættis: Kristina Sundstein og Páll Danielsen
Filmað: Rógvi Rasmussen
Sett saman: Jakob Jørgensen
4. partur: Marjun Heimá.
Hvussu verður eitt stykki av toyi til føroysk klæði? Malan og Niklái vitja Marjun Heimá, har tey fáa at síggja, hvussu føroysk klæði verða seymað, og tey sleppa sjálvi at royna seg við nál og tráði.
|