- Tíðindi, mentan og ítróttur
Plátubarrin

Enn einaferð var farið í studio saman við enska framleiðaranum, Roy Thomas Baker. Men tað var eisini seinastu ferð, at teir samstarvaðu. Ístaðin fyri meira av tí sama fingu vit við 'Efter Endnu En Dag', eitt nýbrot innan danskan rokk, her øll løgini hanga saman. Báði jazzut og klassisk arrangement vórðu nýtt; eins og nýggjasta tøknin.
Tað var ikki einans stóru undirtøkuna við 'Gas 5', ið Gasolin' skuldi bera víðari. Fyrr á árinum í 1976 hevði bólkurin nevniliga givið konsert-dupultalbumið 'Live Sådan' út, har ein studioinnspæling var knýtt upp í endan, sum kanska bleiv tað størsta føroyska hittið hjá bólkinum. Her verður sipað til 'Hvad Gør Vi Nu Lille Du', ið eisini kom sum singlepláta.
Gasolin' tónleikararnir: Kim Larsen, Franz Beckerlee, Wili Jønsson, og Søren Berlev vistu sær ráð saman við framleiðaranum Roy Thomas Baker. Loysnin var at gera eina nógv øðrvísi plátu enn 'Gas 5', við bæði hørpu og hornum, og tað riggaði, hóast sølutølini ikki vóru heilt tey somu sum í 1975. Gas 5 varð verandi teirra mest selda úgáva: -Men hendan er tann mest listaliga, helt bass- og tangentspælarin í Gasolin', Wili Jønsson. Í øllum førum er hon ljóðflott.
Plátubarrin 7. november 2026

Plátubarrin
Plátubarrin er ein undirhaldssending við tónleiki í vetrarskrá Kringvarpsins. Sendingin er eisini interaktivt útvarp, og senditíðin er leygarkvøld frá klokkan 20:00 til klokkan 2:00.
Hvør sending byrjar við eini hugleiðing, ið byggir á eygleiðing av menniskjans atferð. Síðani verður Vertsins løta send til klokkan 20:45, tá tátturin Temaplátan fer frá, eins og annað tema er á skránni stutt fyri miðnátt.
Nærum tveir triðingar av Plátubarrini eru við lurtaraynskjum, ið sendast kunnu til nummar 224000, ella sum telduboð til facebooksíðuna, Plátubarrin.
Verturin, Jákup Magnussen, byrjaði at gera tónleikasendingar fyri Útvarp Føroya í 1982, og varð útbúgvin journalistur í 1993. Plátubarrin varð ljóðsett tann 16. februar í 2013.











