Voxpop: Er G! tónleikur ella ball?

Voxpop: Er G! tónleikur ella ball?
Röddin hevur verið úti og spurt tríggjar festivalgestir, hvørjum teir fara at lurta eftir, og hví teir fara á G! festival.
18.07.2013 - 21:30


 

Óluva á Torkilsheyggi, 20 ár

 

Hvønn bólk gleðir tú teg mest til á ársins G! festivali?
- Sun Glitters

 

Fert tú á G! festival fyri tónleikin ella ballið?
- Fyri tónleikin, tí at skráin er góð, og tey duga væl at velja bólkar, sum eru ókendir.

 

 

Sigmund Zachariassen, 20 ár

 

Hvønn bólk gleðir tú teg mest til á ársins G! festivali?
- Eg gleði meg mest til 200, tí teir vóru ikki á skránni, men avloysa Reptile Youth, og sjálvur haldi eg, teir eru meiri legendariskir!

 

Fert tú á G! festival fyri tónleikin ella ballið?
- Tónleikin! Nú skuldi eg sjálvur spæla, so eg mátti fara á G! festival, men tónleikurin fer altíð at vera hægsta raðfesting.

 

 

Ólavur á Toftini, 18 ár

 

Hvønn bólk gleðir tú teg mest til á ársins G! festivali?
- Nephew; eg hoyrdi teir fyrstu ferð teir spældu á G!, og mær hevur dámt teir væl síðan. 

 

Fert tú á G! festival fyri tónleikin ella ballið?

- Bæði, tí tað er hugnaligt at vera her, og tónleikurin er feitur

 

 

 

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.