Sofía: - Tað snýr seg um søguna

Sofía: - Tað snýr seg um søguna
27 ára gamla Sofía Nolsøe Mikkelsen er útbúgvin sjónleikari á Statens Teaterskole í Keypmannahavn, har bert 8 næmingar verða upptiknir hvørt ár, og hevur m.a. framført á Det Kongelige Teater. Röddin fangaði hana til eitt prát um lívið sum yrkissjónleikari og alt, sum har til hoyrir.
22.07.2013 - 11:30

 

27 ára gamla Sofía Nolsøe Mikkelsen hevur eina av mest eftirtráðaðu kreativu útbúgvingunum í kongaríkinum. Á hvørjum ári fara umleið 700 vónríkir umsøkjarar til upptøkuroynd á teimum trimum sjónleikaraskúlunum í Danmark, men bara átta næmingar – fýra av hvørjum kyni – sleppa inn á hvønn skúla.

 

Sofía Nolsøe Mikkelsen er ein av teimum heilt fáu, sum slapp ígjøgnum nálareyga á Statens teaterskole í Keypmannahavn, fyrstu ferð hon søkti, og livir í dag av at spæla sjónleik. Röddin hevur fingið sær eitt prát við hana um upp- og niðurtúrarnar við eini tilveru, har ein sjálvdan hevur arbeiði í meira enn 2-3 mánaðir í senn, og hvønn dag nýtir seg sjálvan, sín kropp og sítt hugflog at siga frá við.  

 

- Sagt verður, at mann fer inn í eitt annað menniskja, tá mann spælir sjónleik, men eg haldi, at tað er umvent. Mann fer inn í seg sjálvan og roynir at finna orsøkir til, hví karakterurin ger, sum hann ger. Faktiskt fer mann inn í menniskjuna sum heild. Eitt ella annað stað roynir ein bara at skilja, hví fólk gera, sum tey gera, og tað haldi eg vera heilt forbannað spennandi!

 

Stóru bláu eygni lýsa ágrýtin at mær. 27 ára gamla Sofía Nolsøe Mikkelsen er sjónleikari, og tað sæst langan veg. Tá ið hon tosar, er tað ikki bara munnurin, ið sigur frá. Allur kroppurin livir seg inn í orðini. Vit sita á Tjóðpallinum eitt kalt kvøld í mars, og rundan um okkum rokast leikarar og fyriskiparar við síðstu fyrireikingarnar til Leikread, sum skal standa sína roynd dagin eftir.

 

Brúkti eitt hálvt ár at læra seg tríggjar minuttir

- Um eg visti longu tá, at eg skuldi verða sjónleikari? Nei, tað ánaði eg ikki!, sigur Sofía flennandi. Hon hevur spælt sjónleik, síðan hon var 9-10 ár, men kortini var tað mestsum av tilvild, at hon gjørdi av at søkja inn á Statens Teaterskole.

 

- Eg umhugsaði ongantíð av álvara at gerast sjónleikari, fyrr enn eg flutti til Keypmannahavnar, tá eg var 19-20 ár. Dramalærarindan hjá mær har mælti mær til at søkja inn  á Statens teaterskole og ja... so setti eg mær tað fyri!, sigur hon avgjørd.

 

- Eg brúkti eitt hálvt ár at læra meg tríggjar minuttir. At enda kundi mann havt hálað meg upp úr songini mitt um náttina, og eg hevði framført teir lýtaleyst.

 

Sofía varð liðugt útbúgvin á Statens Teaterskole í 2011, men hóast tað kann vera torført at fóta sær sum nýútbúgvin sjónleikari, hevur hon m.a. longu havt ein stóran leiklut á Det Kongelige Teater, turnerað í Danmark við leikinum Baronessen, og í Føroyum sóu vit hana í Sár á Sál eftir Kristinu Sundar.

 

 

Tað snýr seg um nú’ið

Spurd, hvat tað er, sum er so hugtakandi við at spæla sjónleik, gerst Sofía kvirr. Hon tegir eina løtu og sigur so:

- Eg veit faktiskt ikki heilt... tað er alt! Sjónleikur er ein avspegling av lívinum. Ein leikur uppá tveir tímar kann vera alt lívið. Tað ljóðar so banalt og flosklut, men tað snýr seg um søguna. Sjónleikur er so umráðandi – at vit kunnu fara inn og hyggja eftir okkum sjálvum.

 

- Teater er so livandi!, heldur hon fram og greiðir frá, hvussu væl mann merkir áskoðararnar, tá mann stendur á pallinum. Filmsleikarar uppliva ikki sínar áskoðarar, men framførir tú sjónleik, merkir tú beinanvegin, um fólk ikki flenna, tá tey eiga at flenna. Somuleiðis kann ein gerast heilt bilsin, um ein áskoðarafjøld, sum hevur verið friðarlig ígjøgnum alla sýningina, brádliga reisist úr stólunum og klappar, tá leikurin er liðugur.

 

- Tað snýr seg líkasum um nú’ið – at mann er saman við hesum fólkunum, sigur Sofía ágrýtin. 

- Tað er handan BOOM-løtan, tá mann merkir áskoðararnar, og leikararnir líkasum raka hvønn annan. Tað er eins og alt rúmið lyftir seg.

 

Velur ikki at óttast framtíðina

At vera sjónleikari er kortini ikki bara stuttligt. Nógv fleiri leikarar eru, enn tað er eru leikir, og tær uppgávurnar, sum eru, fevna sjálvdan longri enn um tveir til tríggjar mánaðir. Sofía heldur sjálv, at hon hevur verið heppin, tí hon hevur havt úr at gera, síðan hon varð liðug á Statens teaterskole í 2011. Hon ivast kortini í, um hon nakrantíð verður von við óvissuna, sum fylgir við, tá ein bara hevur arbeiði í tveir ella tríggjar mánaðir í senn.

 

- Tað einasta keðiliga við at vera sjónleikari er tann fíggjarligi parturin. Tað er ein lívsstílur, sum mann skal venja seg við – at læra seg at leggja økonomiina og at halda seg ígongd ímillum uppgávurnar, greiðir Sofía frá.

- Tað er ikki stuttligt at ganga og bíða eftir at fáa nýggjar uppgávur. Tá mann er arbeiðsleysur, hugsar mann “Fokk, eg fari ongantíð at fáa arbeiði aftur”, men so skjótt eg havi fingið ein nýggjan leiklut, hugsi eg “eg fari altíð at hava arbeiði!”

 

Sofía velur kortini at síggja ljóst uppá framtíðina.

- Eg eri MEGA optimistiskt!, sigur hon flennandi, tá eg spyrji hana um framtíðarútlitini. Hon gerst kortini álvarsom aftur og sigur so:
- Eg velji ikki at vera bangin. Eg eri heppin, tí eg veit, hvat eg skal tað næsta árið. Mítt mál er at kunna liva sum sjónleikari uttan at noyðast at liva av knappum og at fáa feitar uppgávur. 

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.