Føroyskir og útlendskir dansarar skipa fyri modernaðari dansiteatursýning

Føroyskir og útlendskir dansarar skipa fyri modernaðari dansiteatursýning
2. -4. August verður kjallarin í Skeiva pakkhúsi karmur um eina heldur øðrvísi dansisýning við bæði føroyskum og útlendskum dansarum.
24.07.2013 - 12:30

 

- Tað snýr seg um longsul, um eina tærandi tráan eftir at fylla eitt tómrúm innaní, um at vera bundin av onkrum, ið skaðar teg.

 

Soleiðis skrivar fyriskiparin og dansarin Búi Rouch um eitt av teimum trimum brotunum, sum verða framførd í Skeiva pakkhúsi 2. til 4. august. Talan verður eina sýning ólíkari tí, ein annars hevur sæð í Føroyum áður. Við dansarum úr Føroyum, Italia, Fraklandi og Russlandi og hjálp frá nýútbúna føroyska leikstjóranum Sóley Danielsen verða tríggjar ymiskar framførslur vístar til hvørja sýning.

 

Take Me Under Your Skin er ein framførsla við trimum dansarum og snýr seg, eins og Búi greiðir frá omanfyri, um at vilja hava okkurt frá einum menniskja, ið ikki fær givið tær tað, tú søknast eftir.

 

Seinna framførslan ber heitið Drei og er upprunaliga eitt stykki úr München við 13 dansarum, sum til høvið er broytt, soleiðis at tað einans fevnir um eina mannliga trio. Rørslurnar ferðast frá organiskum, flótandi til ráar og eksplosivar.

 

Triðja stykki eitur e-SOLO. Fimm dansarar hava vant hvør sína solo, sum í vikunum áðrenn sýningina skulu flættast saman við dramatiskari hjálp frá leikstjóranum Sóley Danielsen.

 

Búi Rouch og útlendsku dansararnir, ið eru komnir við honum til Føroya, lesa allir á Iwanson International School of Contemporary Dance í München í Týsklandi.

 

Sýningar eru hesar dagarnar: Fríggjadag 2. august kl. 18, leygardag 3. august kl. 18 og sunnudag 4. august kl. 17. 

 

Atgongumerki kosta 80 kr (lesandi 60 kr.) og kunnu keypast við dyrnar ella bíleggjast við at ringja ella senda sms til tlf 587782 við tali av gestum og navni.

 

Atgongumerki kosta 80 kr. Les meira um tiltakið her: https://www.facebook.com/events/380151115441594/

 

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.