– Tað fantastiska við heilanum er, at hann lagar seg til alt

– Tað fantastiska við heilanum er, at hann lagar seg til alt
Hvussu er tað at vaksa upp, um ein tann mest umráðandi sansurin - hoyrnin - er skerd? Dagmar Malena Winther tosaði við 22 ára gomlu Stefany í Túni, sum hevur livað við sera niðursettari hoyrn meginpartin av lívinum.
25.07.2013 - 20:15

22 ára gamla Stefany í Túni hevur meginpartin av lívi sínum livað við sera niðursettari hoyrn, og ikki fyrr enn í februar í ár gjørdi ein viðgerð, at hon endiliga kann gera sær vónir um at hoyra og skilja vanligt mál uttan at munnlesa. Men hvussu er tað at vaksa upp og at ganga í skúla, tá ein so umráðandi førleiki er skerdur? Vit sendu Dagmar Malenu Winther at kanna málið nærri. 

 

Sólin stendur í zenith, og Kyrrahavið kenst endaleyst. Fólkini hava døkt hár, og málið ljóðar fremmant, men eisini her hoyrist føroysk málageipan. Stefany í Túni varð fødd í einum fjarskotnum landi í Suðuramerika, har hon búði saman við familjuni. Bert 1½ ára gomul fleyg ein mýggjabiti hennara veg, og við sínum biti kom hann at hava stóra ávirkan á hennara lív. Lítla Stefany fekk sjúkuna malaria, sum hevði við sær, at hoyrnin hvarv næstan burtur í onki.

 

Yvirav mær situr 22 ára gamla Stefany, og orðini rapla á syngjandi norðoyamáli úr munninum á henni. Eg geri mær ómak at tosa so týðiliga sum gjørligt, tí Stefany munnavlesur tað, sum eg sigi, tí hon ikki hoyrir orðini. Eg skeyt upp fyrr í morgun at møtast á eini kafé í Havn til eina samrøðu, men eini bippandi sms-boð frá henni minti meg á, at mann við niðursettari hoyrn má taka onnur atlit. Ov nógvur bakgrundslarmur kann nevniliga órógva rættiliga nógv, so eg skrúvi tónleikin niður, og vit seta okkum í kvirruni at práta um ljóð og óljóð.

 

Eftir at mýggjabitin hevði verið framvið, gingu fleiri ár, áðrenn læknarnir kundu staðfesta, at heimsins ljóð ikki rinu við Stefany. Sum fimm ára gomul fekk hon hoyriapparat at forsterka ljóð rundanum hana, men tað, hon hoyrdi, kann ikki metast við vanliga hoyrn.

 

- Eg var so forvitin, og eg vildi hava frágreiðingar um alt møguligt. Eg bleiv tí ofta frustrerað, tá eg ikki skilti, hvat fólk søgdu.

 

Stefany helt tað ofta vera torført sum barn, men mamman eggjaði henni at læra seg at tosa. Stefany helt, at við hoyriapparatið hoyrdi hon alt, men visti ikki, at hon í veruleikanum bara hoyrdi eitt lítið sindur og ikki nokk til at skilja mál. Tað hoyrist ikki á henni, at hon ikki hoyrir mál, tá hon fortelur, at hon sum níggju ára gomul flutti til Føroya og fór í fólkaskúla. Har upplivdi hon stórar trupulleikar við samskifti, serliga tí lærarar og næmingar ikki vóru klárir yvir, hvussu illa hon hoyrdi. Og hon var kanska heldur ikki sjálv klár yvir, hvussu illa stóð til.

 

Nýtti Anders And og WoW at læra seg mál

 

Stefany dugir ikki teknmál, tí ráðgevar hildu, at tað var best, um hon lærdi seg at munnavlesa. Tað kom at geva henni trupulleikar, tá hon eftir fólkaskúlan fór til Danmarkar á ein skúla fyri deyv ung. Tað var ein risastór avbjóðing hjá henni brádliga at vera í einum nýggjum landi, har øll tosaðu eitt annað mál og eisini dugdu teknmál. Stefany hevði torført við at umgangast hinum, at skilja tey og at fáa tey at skilja hana. Eitt ljóspunkt á skúlanum vóru tímarnir við einum lærara, sum helt uppá, at telduspøl kundu vera lærurík og menna næmingarnar. Stefany heldur, at hesir tímarnir veruliga hjálptu uppá hennara støðu.

 

Stefany letur seg ikki avmarka av væntandi hoyrn. Við nøsini í Andeby hevur hon lært seg danskt, og gjøgnum telduspælið World of Warcraft dugir hon eisini enskt. Sum hon fortelur alt hetta, leggi eg eisini til merkiis øll tey útlendsku slang-orðini, sum eru flættað inn í hennara málburð eins og hjá flestum øðrum ungum.

 

Nýggj viðgerð gav henni hoyrnina aftur

 

Sum frá leið gjørdist tað ovboðið hjá Stefany í Danmark, men familjan stuðlaði og flutti niður til hana. Eftir eitt ár á skúlanum fóru tey øll heim aftur til Føroya, har Stefany fór í miðnámsskúla. Tímarnir í hesum skúlanum vístu seg ikki at vera øðrvísi frá øllum øðrum tímum í teimum ymsu skúlunum, Stefany hevur gingið í. Hvørki næmingar ella lærarar vóru varug við, hvussu stórt brek Stefany gekk runt við, men í februar kom endiliga vend í. Stefany fortelur, at hon nú hevur fingið eina operatión, ið kallast Cochlear Implant. Operatiónin ger, at hon uppfatar ljóð. Læknarnir operera elektrodur inn í høvdið, og eitt elektroniskt tól broytir akustiskt ljóð til elektriskar impulsir, sum verða sendir til hoyrnarnervin, og elektrodur umseta impulsirnir til ljóð.

 

- Í byrjanini var tað sum at hava ein bólt fúkandi aftur og fram í høvdinum, sigur Stefany. Hon fortelur, at ljóðið er rættiliga mekaniskt og teldusligt, men tað tekur tíð, áðrenn viðgerðin fer at virka heilt. Operatiónin gekk sera væl, og longu nú hoyrir Stefany øll tey ljóðini, ið eru neyðug fyri at hoyra talu. Nú er avbjóðingin at læra at skilja ljóðini og fáa tey at geva meining. Tað krevur nógva venjing, men skjótt fer Stefany uttan iva at skilja mál uttan at munnavlesa.

 

Altíð havt stóra gleði av tónleiki

 

Hvønn leiklut spælir tónleikur so í einum lívið við niðursettari hoyrn? Stefany sigur, at hon altíð hevur lurtað nógv eftir tónleiki, hóast hon næstan bara hevur hoyrt bassin og djúpu tónarnar. Tað hevur tó ikki hildið henni aftur í at fordjúpa seg í tónleiki. So kann mann spyrja seg sjálvan ella onkran annan, kanska granskarar innan øki, um rútmusansurin man vera okkara 6. sansur. Stefany hevur spælt bæði saxofon, klaver, trummur og blokkfloytu.

 

- Onkuntíð seti eg meg við klaverið og spæli ein púra einfaldan melodi, og eg upplivi harmoni. Tankarnir flúgva, og tað er, sum um eg eri í einum øðrum heimi.

 

 Áðrenn operatiónina ljóðaðu sangirnir, sum Stefany lurtaði eftir, óskipaðir. Hon hoyrdi sera sjáldan sangrøddina í sanginum, tí teir frekvensirnir ofta eru rættiliga høgir.

 

- Aftaná viðgerðina eri eg farin at hoyra nuansur, samanspæl millum ljóðføri, onkuntíð røddina, og tónleikurin er sum heild blivin meiri skipaður, sigur Stefany og leggur afturat, at hóast tað enn ljóðar rættiliga mekaniskt, so sær hon ljóst uppá framtíðina.

 

- Tað fantastiska við heilanum er, at hann venur seg við og tillagar seg til alt, og at enda fari eg at halda, at ljóðið, eg hoyri, er púra vanligt.

 

Kavar man undir vatnskorpuna og kennir friðin har, kann tað følast eyka larmandi at stinga oyruni upp um vatnið aftur og hoyra øll ljóðini skera í trummuhindina. Eg spyrji Stefany, um hon nakrantíð kennir tað soleiðis, - um hon onkuntíð hevur hug til at taka hoyraapparatið av og lukka av fyri umheiminum.

 

- Eg havi ongantíð vilja tikið hoyriapparatið av, sjálvt um eg blívi troytt av tí – eg geri bara sum øll onnur, biði tey skrúva niður fyri sjónvarpinum ella tosa spakuligari, ljóðar frá Stefany, og hetta vísir greitt hennara tilgang til ta støðu, hon er í. Stefany roynir á besta hátt at liva eitt liva eitt lív við øllum teimum ljóðum og óljóðum, sum heimurin hevur at bjóða.  

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.