Knút ummælir: Bloodgroup "Tracing Echos"

Knút ummælir: Bloodgroup "Tracing Echos"
Knút Háberg Eysturstein ummælir fløguna "Tracing Echos" hjá Bloodgroup, ið kom út fyrr í ár. "Ein frísk og holl sameining av uppfinnsomum ljódligum royndum og huglagsríkari popp sangskriving", skrivar Knút m.a. um fløguna.
26.07.2013 - 18:15

 

Triðja útgávan hjá íslendsku kvartettini Bloodgroup, ið m.a. telur føroyska Janus Rasmussen millum limirnar, eitur Tracing Echoes og kom út í mars mánað. Á henni eru tíggju løg, og stílurin er enn sum áður norðurlendskur, atmosferiskur elektro poppur. Síðani peppaðu og  veitsluhugaðu debutina Sticky Situation (2007) hava Bloodgroup so líðandi førkað seg nærri einum meira dragandi, myrkum og duldum úttrykki. Hetta úttrykkið stendur í fullum blóma á nýggju útgávuni, og eftirsum handverkið eisini hevur ment seg síðani debutina, er somuleiðis talan um best framleiddu Bloodgroup útgávuna higartil.
 

Tað er ikki ov nógv sagt, at plátan ljóðar væl. Røddir, synthar, beats, bassar, strúkarar (ið Ólafur Arnalds legði til rættis): alt riggar hvør sær og stendur sterkt saman í gjøgnumførdum ljóðmyndum. Bassar og beats eru eyðkend av einumcrispy”, analogum, organiskum ljóði, ið leiðir tankarnar yvir á New York plátufelagið DFA Recordings og stíltilvitað nøvn hagani s.s. LCD Soundsystem, Shit Robot, Black Meteoric Star og Hot Chip. Hetta hippa og frískliga rútmiska fundamentið verður hjá Bloodgroup sett saman við meira “norðurlendskt” ljómandi synth-klangir a la The Knife og GusGus, og samansetingin av elektroniskum New Yorkara kul og sveimandi norðurlendskum hugløgum klæðir bólkinum væl. Rútmurnar eru støknar og dynamiskar, og sum heild er eitt elegant drive í produktiónini. Tey fýra hava dugað sær hógv, tá tey hava lagt tónleikin til rættis, og pláss er sostatt fyri luft og rúmi. Tað ger plátuna til eina frægd at lurta eftir.
 

Síðani seinastu útgávuna Dry Land (2009) er útskifting farin fram í bólkinum. Lilja, ið sang á teimum báðum fyrru útgávunum, er farin burturúr, og Sunna er komin í hennara stað. Sunna vísir m.a. dygdir í frálíku elektro balladuni “Nothing Is Written In The Stars”, ið m.a. leiðir tankarnar yvir á Ninu Persson úr The Cardigans.
Janus stendur seg eisini væl sum sangari, eitt nú í sníkjandi monumentala byrjunarlagnum ‘A Threat’, sveimandi staklagnum ‘The Fall’ og frálíkt ágangandi elektro rundferðini “Indefinate”.
 

Tracing Echoes er alt í alt ein frísklig og holl sameining av uppfinnsomum ljódligum royndum og huglagsríkari popp sangskriving. Dámar tær Bloodgroup, so fert tú at dáma hesa plátuna, tí hetta er stutt sagt besta Bloodgroup útgávan higartil.

5 útav 6 R

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.