Prima premiera! - Ólavsøkukabarettin er í gongd

Prima premiera! - Ólavsøkukabarettin er í gongd
Ólavsøkan er sett í gongd av seks væl uppløgdum damum, sum saman við vælsvingandi orkestri veittu áskoðarunum í Sjónleikarhúsinum við góðum undirhaldi, politiskari satiru og massar av peiki- og fokkjúfingrum.
27.07.2013 - 19:30

 

Tekstur: Trygvi Danielsen
info@roddin.fo

 

Tú veitst, at tað er ólavsøka, tá ljósini sissast í Sjónleikarhúsinum, eitt vónríkt suð surrar úr spentu fjøldini, gardinurnar verða hálaðar sundur, og seks peppaðar damur leypa fram á pallin og byrja framførsluna í seyðakostumum við einum brakandi tónleikaligum innslagi.

 

Röddin var í fjøldini til frumframførsluna av Ólavsøkukabarettini 2013 og harvið partur av vælhýrdu mannamúgvuni í Sjónleikarhúsinum lítlu Ólavsøkuaftan. Undirhaldið var gott og á ongan hátt frítt fyri sosialari, bureaukratiskari og politiskari satiru.

 

Tað eru tær seks Barbara Hentze í Stórustovu, Durita Dahl Andreassen, Lisa í Dali, Mariann Hansen, Marita Svartá og Rakul Thomsen, ið framføra orginala leikritið, sum Súsanna Tórgarð leikstjórnar.

 

Bólkurin er mannaður við Andreas Dalsgaard, Hilmar Kass, Jan Jensen, Bjartur Dahl Christiansen og Tróndur Olsen.


Ólavsøkukabarettin 2013

27. juli - kl. 20:00 og 22.00

28. juli - kl. 18:00 og 20:00

29. juli - kl.18:00 og 20:00

30. juli - kl.18:00 og 20:00

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.