Far til Pisudagar 2013

Mynd: Savnsmynd
Far til Pisudagar 2013
Aftur í ár verður skipað fyri Pisudøgum, ið er ætlað nýklaktu pisunum, ið fara undir hægri lesna.
01.08.2013 - 12:15

 

Rannvá Egholm
rannva@roddin.fo

 

Hvørt ár verða hundraðtals pisur klaktar, og hesar ætla sær nógvar uttanlands at lesa víðari. MFS, ASK og Eik gevur teimum høvið at koma til Pisudagar, har møguleiki verður fyri at seta spurningar, fáa góð ráð og hava samband við onnur í somu støðu. At fara undir hægri lesna er ein stórur gloypibiti, og tiltakið er ætlað teimum ungu lesandi, so at tey koma so væl frá byrjan sum gjørligt.

 

Pisudagarnir byrja í dag, og tú hevur tríggjar møguleikar at samla tær ta vitan, tú hevur brúk fyri:

 

Hósdagin 1. august kl. 19.30

á deildini hjá Eik í Saltangará

 

Fríggjakvøldið 2. august kl. 18.30

á Miðnámsskúlanum í Suðuroy

 

Mánakvøldið 5. august kl. 19.30

á Ungdómsdeildini hjá Eik í miðbýnum í Havn

 

Skrá
• Umboð fyri Eik geva tær góð ráð um fíggjarlig viðurskifti, m.a. hvussu tú stovnar eina NemKontu og týdningin av at leggja eina góða fíggjarætlan.
• Umboð fyri MFS greiða frá ymiskum praktiskum viðurskiftum og hvussu tú sum lesandi kanst fáa gleði av MFS. Eisini verður høvi at práta við MFS-umboð úr ymsum londum.
• Umboð fyri Vinnuhúsið greiða frá nýggju spennandi átakinum 'Leinkjan.fo', sum skal binda føroyskar fyritøkur og fólk undir útbúgving tættari saman.
• Randi Johannesen, ið dagliga ráðgevur føroyingum í Danmark, gevur tær góð ráð um m.a. skattafrádrátt, ferðaískoyti, lestrarstuðul og bústaðarviðurskifti
• Holger Arnbjerg, ið hevur drúgvar royndir við at vegleiða lesandi, fer at greiða frá, hvussu tú kanst brúka ASK í sambandi við hægri lesnað – bæði áðrenn og aftan á at tú ert farin í gongd. Harafturat hevur hann nógv góð ráð um, hvussu tú kemur væl frá lestrarbyrjan.
• ftir framløgurnar verða luttakararnir bólkaðir, alt eftir hvar tey fara at lesa. Í bólkunum verður høvi at tosa við onnur ung, ið eru/fara uttanlands í lestrarørindum og seta ASK, MFS, Eik, Leinkjuni og Ráðgevingini nærri spurningar.
• At enda verður møguleiki at “mingla” og fáa sær okkurt leskiligt til góman, meðan Rasmus Borðoy diskar

 

Röddin viðmælir øllum pisum at fara!

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.