"Tí Loysing"

Mynd: Unga Tjóðveldið
"Tí Loysing"
Í kvøld verður bjóðað til eina hugnaliga løtu í Vágsbotni. Tiltakið "Tí loysing" er framhald av tiltakinum "Hví loysing", ið Unga Tjóðveldið í Suðurstreymoy skipar fyri.
02.08.2013 - 11:15

Rannvá Egholm

rannva@roddin.fo

 

Á tiltaksíðu teirra á Facebook, skrivar Unga Tjóðveldið: "Um tú verður spurdur “Hví loysing?”, vend tá spurninginum og sig heldur “Hví ikki?”! Loysing gevur okkum møguleikan at skapa samband við umheimin, so vit kunnu luttaka í altjóða høpi. Bæði tá tað snýr seg um ítrott, tónleikakappingar og handilsavtalur."

 

Í kvøld fer Unga Tjóðveldið at spyrja "Hví ikki?" og bjóðar tær til eina hugnaliga løtu, har røður og tónleikur eru á skránni.

 

Skrán er hendan:

 

Kl. 19.10 - Punjab
Kl. 19.40 - Niels Uni Dam
Kl. 19.45 - The Happening
Kl. 20.05 - Hanus Pál Jógvansson 
Kl. 20.10 - Jurghinn

 

Tiltakið verður á Vágsbotni í kvøld 2. august kl. 19, og tiltakið er ókeypis.

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.