Instagram byrtir upp undir etingarólag

Instagram byrtir upp undir etingarólag
Á sosiala netinum Instagram ger eitt óhugnaligt nýtt rák um seg. Ung við etingarólagi stuðla hvørjum øðrum í at tapa seg so nógv sum gjørligt og leggja upp til, at anoreksi er ein lívsstílur heldur enn ein sjúka.
05.08.2013 - 18:45

 

Ein av heimsins best umtóktu mynda- og videotænastum, Instagram, sum er mett at hava umleið 130 mió. brúkarar, er vorðin karmur um ein óhugnaligan subkultur. Meðan fólk flest brúka sosiala miðilin at deila alskyns myndir og sjónbond frá sínum gerandisdegi, stuðla ung við etingarólagi sum t.d. bulimi ella anoreksi hvørjum øðrum í at tapa seg so nógv sum gjørligt. Hetta skrivar Politiken í dag.

 

Eitt dømi er ein ung genta við 369 fylgjarum, sum fyri fáum døgum síðani legði eina mynd út og skrivaði, at fyri hvørt like svøltar hon seg í ein tíma. Myndin fekk 46 likes, og gentan hungrar seg framvegis. Hon hevur onga orku, men tíbetur ristist hon ikki so illa, skrivar hon á síðu síni, har fólk dáma og viðmerkja fyri stuðla henni at svølta seg.

 

Brúkararnir deila “góð” ráð, stuðla hvørjum øðrum í at eta so lítið sum gjørligt og kappast um at tapa seg mest. Eitt av ráðunum ljóðar m.a., at mann skal eta við vinstru hond, tí so etur ein seinni.

 

Serfrøðingar innan økið halda nýggja rákið vera sera órógvandi og álvarsamt.

 

- Hetta skapar eina sermentan, har brúkararnir dyrka sjúkuna, og tað skal takast í álvara, tí anoreksi er mest deydliga sálarliga sjúkan, sigur norski professarin og sálarfrøðingurin Finn Skårderud, sum er ímillum fremstu altjóða serfrøðingarnar innan økið, við Politiken.dk. 

 

Instagram hevur boðað frá, at brúkarar, sum eggja til etingarólag, verða bannaðir, og at ein ikki kann leita eftir ávísum hash-tags. Kortini kemur nærum ein millión myndir fram, leitar ein eftir “anorexia” á Instragram, og hvønn dag verða fleiri lagdar afturat.  

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.