Hanus Samró og MFS ósamd, um nýútbúgvin eiga at sleppa upp í ALS

Hanus Samró og MFS ósamd, um nýútbúgvin eiga at sleppa upp í ALS
Fer tað at forða nýútbúnum at standa á egnum beinum at lova teimum í ALS, finna tey ikki arbeiði beinanvegin eftir loknan lesnað? Ja, sigur Hanus Samró, løgtingslimur í Fólkaflokkinum, og nei, sigur Meginfelag Føroyskra Studenta.
06.08.2013 - 16:00

 

Ætlanirnar hjá Johani Dahl, landsstýrismanni í vinnumálum, um at nýútbúgvin skulu hava rætt til stuðul frá arbeiðsloysisskipanini í eitt ávíst tíðarskeið eftir loknan lesnað, hevur byrt upp undir rættiligt kjak millum Hanus Samró og Meginfelag Føroyskra Studenta.

 

Í løtuni hava nýútbúgvin ongan rætt til stuðul úr arbeiðsloysisskipanini, óansæð  um ein hevur lisið á Setrinum ella uttanlanda. Sambært Johan Dahl og MFS er hetta er ein trupulleiki, tí ilt er at fáa fólk aftur til Føroya at søkja starv, um tey hvørki kunnu tryggja sær eina inntøku av nøkrum slag ella tak yvir høvdið, tá tey koma heim aftur.

 

Yngsti limurin í løgtinginum og limur í Vinnunevndini og Trivnaðarnevndini, Hanus Samró, heldur hinvegin, at verandi skipanin er fín, sum hon er.

 

- Í Føroyum mugu vit fullkomiliga koma burtur úr hesum vælferðarskipanunum eftir danskari fyrimynd, har fólk bara fáa uttan at gera nakað sum helst, ljóðar tað frá Samró. Hann sigur somuleiðis at eftir at hava fingið lestrarstuðul alt lívið, er tíðin eftir lokna útbúgving komin at standa á egnum beinum og geva samfelagnum nakað aftur.

 

Hanus Samró setur spurnartekin við, hvør skal fíggja ALS-stuðulin til tey nýútbúnu og skrivar í viðmerking til grein um sama evni á in.fo, at fokus átti heldur at verið sett á átøk sum Jobmatch, sum fremja samband millum føroysk lesandi og føroyskar fyritøkur.

 

MFS svarar á heimasíðu síni, at Samró hevur onki at stúra fyri:

 

- Løgtingslimurin noyðist als ikki at vera stúrin á hesum økinum. Eingin lesandi tímir at lesa í 3, 5 ella enntá 8 ár fyri síðani at koma í ALS. Tvørturímóti er tað so, at næstan øll eru lestrartroytt móti endanum og bara gleða seg at sleppa at arbeiða. ALS skal heldur ikki vera ein varandi inntøka. Tað skal bara vera ein fyribils veiting, sum hjálpir familjum og einstaklingum at líka finna eitt stað at búgva og fáa mat í munnin, meðan tey leita eftir arbeiði. Tað er hóast alt torført at búgva í einum landi, um ein ikki kann geva børnunum hjá sær tak yvir høvdið og mat.   

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.