Voxpop: Hvat sker í kvøld?

Voxpop: Hvat sker í kvøld?
Röddin hevur fingið orðið á Kristian, Rannvá og Svannu og spurt tey trý, hvørjar planir tey hava fyri restina av Summarfestivalinum.
10.08.2013 - 18:30

Kristian Biskostø Andreasen, 25 ár, Klaksvík:

 

Hvat hevur verið tað feitasta higartil?

- MIKA var rættiliga góður, men Legends var tað feitasta!

 

Hvat sker í kvøld?

- Annika Hoydal skal spæla, og hon er kul. Eg veit ikki, Kim spælir eisini. Tað verður hugni við vinfólkunum. Tað verður ikki ball – jú, eisini ball!

 


Rannvá Høgnadóttir Houmann, 15 ár, Runavík

 

Hvat hevur verið tað feitasta higartil?

- Tað má vera Mika. Jens Marni var eisini góður.

 

Hvat sker í kvøld?

 

- Í kvøld verður tað hugni við vinfólkunum. Eg ætli mær eisini at lurta eftir Kim Larsen, nú tá ið hann er her.

 

Svanna Poulsen, 17 ár, Vestmanna

 

Hvat hevur verið tað feitasta higartil?

- Eg arbeiddi fríggjadagin, so eg havi ikki lurtað eftir so nógvum, men mær dámdi ordiliga væl Mika.

 

Hvat sker í kvøld?

- Í kvøld verður eitt sindur villari. Eg ætli mær at lurta eftir Eyðuni og Terja.

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.