Fá rættlag í svøvnin aftur

Mynd: © Savnsmynd
Fá rættlag í svøvnin aftur
Í næstu viku byrjar dagligdagurin hjá teimum flestu, tá ið aftur verið farið í skúla. Hetta merkir, at neyðugt verður at fara fyrr upp og fyrr í song. Her eru upplýsingar og góð ráð um sovivanar.
13.08.2013 - 10:30

Rannvá Egholm

rannva@roddin.fo

 

Svøvnur er umráðandi, tá ið kroppurin verður bygdur upp aftur, og tørvur á svøvn kann bæði ávirka immunverjuna, minnið og innlæringina. Um tú ert sjúkur ella hevur ein skaða, so er tað øgiliga týdningarmikið at sova leingi og væl um náttina. Tað er næstan tann besti heilivágurin, tú fært. Ein og hvør, ið ikki hevur sovið væl eina nátt, veit, hvussu tað ávirkar lagið, konsentratiónina og orkuna. Tú eigur at sova regluliga hvørja nátt og ikki goyma svøvnin til vikuskiftið.


“Vit  verða býtt, feit og sjúk av at sova ov lítið” – So avgjørt varð tað sagt í sendingini um tann lívsneyðuga svøvnin í Viden á Dr1. Tá ið vit eru troytt, fáa vit hug til tann skjóta, ósunna matin. So tað merkir eisini, at óhóskandi kostvanar koma av troti á svøvn.


Tað eru nógvar kanningar gjørdar, sum vísa, at tørvur á svøvni hevur negativa ávirkan á heilsuna. Tannáringar, sum sova ov lítið, eru í nógv størri vandi fyri at gerast deprimeraðir ella at fáa aðrar sálarligar sjúkur. Tað hevur ein bólkur av granskarum á amerikanska Columbia University staðfest, eftir at teir hava eygleitt og kannað ein stóran bólk av tannáringum.


Heilt stutt:  Um tú svevur ov lítið, so .. Er tað vandi fyri tunglyndi, er tað vandi fyri keðiligum kostvanum, verður tú lætt irriteraður, hevur tú verri við at læra, og verður tú í ringum lag.


Tað er ikki so ringt at broyta sovivanar, sum mann kanska heldur. Fyri at fáa eina góðan náttarsvøvn, eru tað bara nøkur fá ting, sum skulu upp á pláss:


Reglulig motión. Ikki sova um dagin. Um tú svevur um dagin, so í mesta lagi ein lítlan lúr á 20 minuttir. Ikki liggja í seingini longur enn neyðugt. Far upp somu tíð hvønn dag. Helst eisini tá ið tú hevur frí. Minka um aktivitetin um kvøldið og náttina.


- Helst ikki drekka kaffi, te ella sodavatn aftaná klokkan 17. Royking ávirkar eisini svøvnin.
- Helst ikki gera ógvusligan ítrótt, beint áðrenn tú fert í song.
- Helst ikki eta eina stóra máltíð, beint áðrenn songartíð, men eiheldur fara svangur í song.
- Brúka títt kamar at sova í og ikki arbeiða í.
- Far í song somu tíð hvørt kvøld.
- Syrgja fyri at tað er myrkt, friðarligt og ein rímiligur temperaturur í kamarinum.
- Nýt møguliga masku fyri eyguni og oyraproppar.
- Hygg ikki eftir urinum, um tú vaknar um náttina.
- Lær teg ein hvíldarteknikk, og nýt hann, um tú vaknar.
- Helst ikki hugsa um tínar trupulleikar og stúranir, tá ið tú fert í song.

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.