Leiðin gongur til Hollywood

Leiðin gongur til Hollywood
Leygardagin frá klokkan 15:00 til 17:00 sendu vit LIVE frá Summarfestivalinum. Prátað varð við nógv fólk á staðnum, men áðrenn farið var til Klaksvíkar, fekk Röddin orðið á Sakaris Stórá. Um tú ikki hoyrdi sendingina, les so her um Sakaris og túrin til Hollywood.
13.08.2013 - 12:15

Rannvá Egholm
rannva@roddin.fo

 

Í desember í fjør vann Sakaris Stórá Geytan, tað allarfyrstu almennu filmsvirðislønina, sum er latin. Hesa virðislønina vann hann við stuttfilminum, Summarnátt. Men eftir tað varð miðað enn hægri, og nú eru Sakaris og Summarnátt boðin at koma ein túr til Hollywood á filmfestival.

 

- Tað er eitt sindur tilvildarligt, at eg fari til Hollywood. Eg hevði sett mær fyri, at eg vildi gjarna fara til USA í ár, men tað er ikki eitt stað, sum mann fer til uttan víðari. Eg sendi Summarnátt, filmin hjá mær, til onkrar filmfestivalar har yviri, og so fekk eg svar aftur frá teimum, og tey søgdu, at tey gjarna vildu vísa filmin hjá mær, og at eg skuldi koma við at umboða hann, greiðir Sakaris Stóra frá.

 

Stuttfilmurin Summarnátt skal eisini vísast á einum filmfestivali í Odense síðst í mánaðanum, og aðrir festivalar í Evropa hava eisini biðið um filmin. Størsti filmsfestivalurin er tó tann í Hollywood, og í annaðkvøld byrjar ferðin yvir um Atlantarhavið. Sakaris steðgar í Hollywood til 24. august, og við Sakarisi kemur filmstjørnan, Armgarð Mortensen, ið leikar annan høvuðsleiklutin í Summarnáttt.

 

- Í USA eru tey eitt sindur stjørnufokuserað. Tey vilja gjarna síggja tey fólkini, sum tey síggja á løriftinum. Av tí at Armgarð eisini leikar annan høvuðsleiklutin í Vetrarmorgun, so er hetta síðsti kjansur at lýsa fyri Vetrarmorgun, áðrenn hann verður sýndur.

 

- Tey flestu talentini hjá ungum fólkum fær mann sum leikstjóri við at vera heppin. Bæði Renata Jensen, ið leikar annan høvuðsleiklutin í Summarnátt, og Helena Jørgensen, sum hevur annan høvuðsleiklutin í Vetrarmorgun, eru øgiliga dugnaligar. Og Armgarð, hon er fantastisk. Tað er sjálvandi ein avbjóðing at arbeiða við óroyndum leikarum, men tað er ein spennandi avbjóðing. Tað er eisini á tann hátt, tá ið mann nýtir óroyndar leikarar, at mann følir, at mann fær skapað okkurt størri enn bara ein stuttfilm. Og einasti munur við óroyndum leikarum er, at arbeiðsgongdin er øðrvísi. Úrslitið er nokk tað sama.

 

Summarnátt hevur ein óndan stórabeiggja á veg, og 12. september verður hesin næsti filmurin sýndur fyri almenninginum. Frumframsýningini verður á Sandi, har Summarnátt og meginparturin av Vetrarmorgun er tikin uppá. Seinni verður ein sýning í Tórshavn.

 

- Vetrarmorgun er ein kærleikssøga og snýr seg um samleika og vinarlag. Hann er eitt sindur øðrvísi enn tað, ið mann vanliga sær í Føroyum. Filmurin er ein føroysk søga um tvær gentur á bygd, og hann er nógv myrkari enn Summarnátt. 

 

- Summarnátt og Vetrarmorgun byggja upp á føroysku árstíðirnar. Summarnátt lýsir ljósar summarnætur og er meira fittur, meðan Vetrarmorgun lýsir tunga, langa veturin, sum mann merkir bæði sálar- og kropsliga. Eg setti mær longu fyri at gera Vetrarmorgun, tá ið eg tók Summarnátt uppá, og tað var ein góður máti at gera næsta filmin.

 

Röddin ynskir Sakaris og Armgarð ein góðan túr til Hollywood og góða eydnu!

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.