Útbúgving: Vanlukku- og váðatilbúgving

Útbúgving: Vanlukku- og váðatilbúgving
Eg havi í nógv viljað havt eitt arbeiði, ið tekur meg út í heimin, sum t.d. at arbeiða í einari flóttalegu. Fyri tveimum árum síðani fann eg hesa útbúgvingina, og eg hugsaði bara, at hon var perfekt, sigur Tanya Krossteig Egholm.
15.08.2013 - 13:45

Rannvá Egholm
rannva@roddin.fo

 

Útbúgvingin eitur Vanlukku- og váðatilbúgving (Katastrofe- og risikomanagement) og gongur út uppá at greina vanlukkur og gera tilbúgvingarætlanir. Útbúgvingin er ein professionsbachelor og tekur trý ár, har mann eisini sleppur í starvsvenjing á vegnum. Í starvsvenjingini prøvar tú tað av, sum tú hevur lært á skúlabonkinum.



- Vit ganga ræðuliga nógv í skúla, men starvsvenjing er løgd inn á hvørjum ári. Tann fyrsta starvsvenjingin hjá okkum verður hjá tilbúgvingarfyrisitingini í Danmark, har vit fara út til tær fimm ymisku tilbúgvingarstøðirnar, sum eru í Danmark. Vit skulu hava nágreiniliga fyrstuhjálp og venjast, eins og hermenn í herskyldu verða vandir. Eisini fara vit at læra alt møguligt um at sløkkja eld o.s.fr.v. Tað verður so spennandi, greiðir 27 ára gamla Tanya frá, ið er búsitandi í Keypmannahavn.

 

Sjálvt um útbúgvingin er rættiliga serstøk, so fevnir hon víða og fer at seta dám á tað, ið mann hevur hug at gera. Eftir útbúgvingina hevur tú møguleika fyri at arbeiða við váðatilbúgving og tilbúgvingarætlanum í almennum og privatum virki ella hjá tilbúgvingarfyrisitingini hjá kommununi ella landinum.

 

- Tað, sum eg vil gera, er at arbeiða við tilbúgving við rákosti. Eg havi í nógv ár viljað havt eitt arbeiði, ið tekur meg út í heimin, sum t.d. at arbeiða í einari flóttalegu. Fyri tveimum árum síðani fann eg hesa útbúgvingina, og eg hugsaði bara, at hon var perfekt. Útbúgvingini ger tað møguligt hjá mær at fáa eitt arbeiði í altjóða tilbúgvingarfyrisitingini, og tá ið eg eri liðug, fari eg at verða tann, ið verður fyrst spurd í vanlukkum. Samstundis verður tað møguligt hjá mær at fáa eitt arbeiði her heima við at gera tilbúgvingarætlanir fyri landi, fyri kommununa, privat virkir o.s.fr.v. Tað eru rættiliga nógvir møguligar, sigur Tanya.

 

Ein arbeiðsdagur er samskipan. Tilbúgvingarætlanin er longu gjørd heimanifrá, og tá ið vanlukkan er hend, verður mann sendur avstað við 24 tímars fyrivarni. Á vanlukkustaðnum skal mann samskipa tí luttøkuna, sum sítt land hevur í tilbúgvingini.

 

- Eg havi arbeitt við øllum møguligum ymiskum, men hetta er einasta útbúgving, sum eg nakrantíð havi søkt inná. Tá ið eg var yngri, hevði eg nógvar dreymar, sum vóru nakað heilt annað enn hetta, sum eg nú fari í gongd við. Eg eri jú blivin tað eldri og eri sostatt vorðin vísari í, hvat eg vil. Tá ið eg hoyrdi um hesa útbúgvingina, sum bara er trý ára gomul, visti eg beinanvegin, at hetta var tað. 

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.