Eivør við í sangleiki

Eivør við í sangleiki
Í næsta mánaða gongur leiðin hjá Eivør Pálsdóttir til Kanada, har hon skal vera við í einum sangleiki. Leikurin eitur Marilyn Forever, og Eivør hevur fingið leiklutin at spæla Marilyn.
16.08.2013 - 19:15

Rannvá Egholm
rannva@roddin.fo

 

Leikurin “Marilyn Forever“ snýr seg um lívið hjá sjónleikarinnuni Marilyn Monroe, ið livdi frá 1926-1962. Leikurin fer fram í Victoria í Kanada, og Gavin Bryar, ið Eivør fyrr hevur samstarvað við, er leikstjóri.

 

Eivør hevur fingið høvuðsleiklutin og skal spæla Marilyn Monroe í leikinum. Við henni verður svenski baritonsangarin Thomas Sandberg í leiklutinum sum menninir í hennara lívi.

 

Sangleikurin hevur frumframsýning tann 13. september í MacPherson Playhouse Theatre í Victoria í Kanada. 

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.