Hvat er tann perfekti býartúrurin?

Hvat er tann perfekti býartúrurin?
Röddin hevur samlað saman ymiskar meiningar um, hvat ein góður býartúrur er.
16.08.2013 - 12:00

 

Hjørdis Zachariasardóttir, 18 ára gomul, Tórshavn:


Ein góður býartúrur fyri meg er, tá mann hevur fingið akkurát passaliga nógv at drekka (t.v.s. ikki gongur runt edrú og køld, men heldur ikki soleiðis, at mann fær totalt blackout og spýr o.s.fr.v). Bara soleiðis, at mann hevur drukkið sær góða lagið fram. Samstundis so dámar mær sjálvandi allarbest, tá mann hevur verið í einum góðum balli áðrenn við nógvum festligum/fittum fólki og so fer oman í býin eitt sindur seint (t.v.s ikki alt for tíðliga, men heldur ikki alt for seint). Einki er so keðiligt sum at koma oman í býin ov tíðliga! Tað er eiheldur so skeg at koma oman, tá alt longu er stongt.


Tá øll so endiliga eru komin oman í býin, so dámar mær væl at dansa og bara flippa út og skíta á tað, sum øll halda um tað. Tað er sjálvandi festligast, um nógv fólk eru í býnum, og øll eru við uppá tað. Mær dámar eisini væl bara at hugna mær og snakkað við fólk. Summi hevur mann kanska ikki sæð í langa tíð, og tá er altíð hugnaligt at fáa eitt lítið prát.
Tá dansistøðini stongja, haldi eg, at tað er kul at ganga runt í býnum og snakka við fólk, og so er tað optimala sjálvandi eitt morgunball!

 

 

Annika Madsen, 19 ára gomul, Tórshavn:


Eftir mínari áskoðan er ein góður býartúrur, tá veðrið er gott, mann hevur eina góða kenning, og fólk eru í góðum lag. Tá veðrið er ringt verður býartúrin styttri, tí mann fer beinleiðis heim, tá skeinkingarstøðini steingja, og mann gongur ikki runt og heilsar uppá fólk, sum mann ger, tá veðrið er gott.


Tað er umráðandi at fólk eru í góðum lag, tí einki kann oyðileggja ein góðan býartúr, sum drama ella ein bardagi kann. Tað er tann størsti ljósasløkkjarin, sum er. Til síðst vil eg nevna, at tað aloftast eisini er ein góður býartúrur, tá nógv fólk eru í býnum. Ein av orsøkunum til, at mann fer í býin er jú fyri at møta fólkum.

 

 

Steingrímur Hentzarsson, 16 ára gamal, Tórshavn:


Ein góður býartúrur hjá mær byrjar altíð við einum balli. Her savnast altíð fólk, ið mann kennir, og sum mann veit, at mann hevur tað stuttligt saman við. Ballið skal helst byrja eina løtu áðrenn, leiðin gongur oman í býin, so mann ikki bara drekkur fyri at drekka, sum maðurin segði. Í ballinum situr mann so og prátar, lurtar eftir tónleiki og hugnar sær, meðan ein øl ella báðar tvær fara niður um.

 

Tá klokkan so byrjar at nærkast tvey, tá er klárt at fara. Tá eru øll vónandi glað, smáfull, harðmælt. Akkurát sum tað skal vera!

 

Tá man so er komin oman í býin, er sjálvandi best, um nógv fólk er at práta við. Fleiri, mann kennir, betur er tað. So fær mann práta aftur og fram við øll, mann kennir, og kanska lærir mann onkur nýggj at kenna eisini.

 

Eitt annað er so, hvørjum mann fylgist við. Gongur mann saman við nógvum vinum, ið øll hava tað líka stuttligt og gott, so verður man sjálvsagt í góðum lag. Í mun til, um man gongur við einum persóni/bólki, ið ikki er í góðum lag, so ávirkar tað beinaveg ein sjálvan.

 

Og um mann so eisini finnur sær eina fitta diddu, so ger tað ikki kvøldið verri.

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.