Ovastevna 2013

Ovastevna 2013
Nú er summarið av álvara farið at halla, og síðsta vikuskiftið í hesari summarfrítíðini er komið. Á hvørjum ári bjóðar Nólsoyggin til bygdastevnu um hesa tíð, og í kvøld og í annaðkvøld verður Nólsoyggin aftur karmur um enn eina ovastevnu.
16.08.2013 - 14:45

 

Rannvá Egholm
rannva@roddin.fo

 

Aftur í ár standa nólsoyingar saman um at skipa ovastevnuna, ið hevur til endamáls at savna pengar inn til ætlaða svimjihylin, ið skal byggjast í bygdini.

 

Í kvøld verður ymiskt á skránni, men tað er oftast á leygardegnum, at tey flestu fólkini koma til oynna, og at skráin er meira spennandi. M.a. fara Eyðun Nolsøe, Finnur Kopa og Swangah at spæla.

 

Ferðaætlan og prísir kunnu síggjast við at trýsta á leinkið: Ovastevna

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.