Guðrun&Guðrun við øðrvísi myndakampagnu

Guðrun&Guðrun við øðrvísi myndakampagnu
Føroysku Guðrun&Guðrun royna nýggjar leiðir at marknaðarføra klæðir síni. Lýsingamyndirnar fyri heyst/vetrar-kollektiónina 2013 eru tiknar í Marokko, og eru modellirnar vanligir íbúgvar, sum eru avmyndaðir í teirra gerandisdegi.
21.08.2013 - 19:45

 

Sum oftast nýta klædnafyritøkur yrkis-modellir, sum verða amyndaðar í einum studio ella í einum serútvaldum umhvørvi, tá tær taka lýsingamyndir. Føroysku Guðrun&Guðrun hava í heyst/vetrar-kollektiónini fyri 2013 valt ein heldur øðrvísi hátt at marknaðarføra pløgg síni. Allar myndirnar fyri heyst/vetur 2013 eru nevniliga tiknar í Marrakesh í Marokko.

 

Ístaðin fyri at nýta klønu, langlimaðu modellirnar, vit eru von at síggja, eru lokalir íbúgvar í Marrakesh latnir í klæðir frá Guðrun&Guðrun og avmyndaðir í sínum egna umhvørvi. Úrslitið eru nakrar vakrar og sera óvanligar mótamyndir, har bæði gamlir menn og børn posera í føroyskum sniði, meðan tey ríða á asnum, ansa seyði og so framvegis. Tað er danska myndakvinnan Jette Jørs, sum hevur tikið myndirnar, sum m.a. eru at síggja í septembur útgávuni av danska mótablaðnum COVER. 

 

- Guðrun&Guðrun trúgva uppá fyrimunirnar við natúrligum vakurleika, náttúru og originaliteti. Tí velja vit at gera eina kampagnu uttan at nýta modellir ella studio, men ordilig fólk í teirra natúrliga samskifti við náttúruna og teirra umhvørvi - fyri at leggja dent á, at nakni í øllum formum fortelur ta veruligu søguna um okkara klæðir, skriva Guðrun&Guðrun á Facebook-síðu sínari um myndirnar. 

 

Kampagnan ber heitið AW13 Morocco Unannounced, og til ber at síggja myndirnar her

 

 

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.