Fleiri nýggj stakløg frá Hogna

Fleiri nýggj stakløg frá Hogna
Høgni Lisberg, sum í tónleikahøpi nevnir seg Hogni, er nú aktuellur við tveimum spildurnýggjum løgum, og í septembur og oktobur koma tvey afturat.
22.08.2013 - 20:30

 

Hogni, sum í 2012 gav fløguna Con Man út, er nú aktuellur við nýggjum tónleiki. Tað serliga við nýggja tilfarinum er at ístaðin fyri at geva eina samlaða útgávu út, verða fýra stakløg givin út yvir tríggjar mánaðir, og fyri fyrstu ferð eru løgini á føroyskum.

 

Fyrsta staklagið ber heitið "Fólkið í sprekkunum" og kom út 1. august. Seinna staklagið eitur "Drukni" og kom út í dag. Næstu stakløgini verða givin út ávikavist 12. septembur og 3. oktobur. 

 

Høgni Lisberg hevur fýra fløguútgávur á baki, og løg hjá honum eru m.a. vorðin nýtt í reality-røðini Jersey Shore hjá MTV. 

 

Hoyr staklagið "Fólkið í sprekkunum" her

Hoyr "Drukni" her. 

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.