Sonur Johnny Cash skal hjálpa føroyingum at gera film

Sonur Johnny Cash skal hjálpa føroyingum at gera film
Leygardagin verður Norðurlandahúsið karmur um forkunnuga vitjan. Klippfisk hevur nevniliga fingið John Carter Cash og Prami Larsen frá Dansk Filmsinstitutt til Føroya at hjálpa føroyskum filmsfólki at menna síni hugskot.
22.08.2013 - 02:00

Seinastu árini er føroyska filmsvinnan vaksin sera nógv. Frá at hava verið nærum ikki-eksisterandi, verða nú á hvørjum ári fleiri stuttfilmar, videoløg og annað framleidd. Fyri at menna filmsumhvørvið enn meira hevur Klippfisk fingið tveir royndar menn úr altjóða filmsvinnuni til Føroya at halda fyrilestur og hjálpa føroyskum filmsfólki á veg. Hesir eru John Carter Cash og Prami Larsen.

 

Gongur tú og hugsar, at tað hevði verið feitt at gjørt eina sjónvarpsrøð, ein stuttfilm ella okkurt heilt annað, kanst tú saman við fyrilestrarhaldarunum kjakast um tíni hugskot, fáa kritikk og góð ráð.

 

John Carter Cash er sonur víðagitna tónleikaran Johnny Cash og hevur m.a. verið Executive Producer á Oscar-vinnandi filminum “Walk the Line”, sum snýr seg um lívið hjá Johnny Cash. Hin fyrilestrarhaldarin, Prami Larsen, er stjóri á Filmsværkstedet í Keypmannahavn, sum í nógv ár hevur verið við til at menna filmsumhvørvið í Danmark.

 

Tiltakið er ókeypis, og ongar royndir krevjast fyri at møta upp. Les meira her

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.