- Tíðindi, mentan og ítróttur
Reinsaríið verður rútmiskt spælistað í vár
Nú er nakað liðið, síðan tónarnir seinast ljómaðu á Reinsarínum í Tórsgøtu. Í mars í 2014 lata dyrnar upp aftur, og hølini skulu tá verða karmur um konsertir, framsýninginar og mangt annað.
Næstan fimm mió. krónur eru nýttar at umvæla Reinsaríið, so tað aftur kann gerast spælistað. Í byggingini verður dentur lagdur á, at bygningurin skal kunna skifta funktión eftir tørvi, so hann kann rúma so nógvum ymiskum tiltøkum sum gjørligt. Pallurin verður á gøtuhæddini, og á aðru hædd vera sitipláss og eitt op í gólvinum, soleiðis pláss eisini er fyri áskoðarum har. Býráðið hevur lagt stóran dent á, at gamla sjarman við bygninginum skal varðveitast, og innrættingin verður tískil eitt bland millum gamalt og nýtt. Hetta skrivar Dimma í dag.
Hvussu kommunan ætlar at skipa viðurskiftini millum Reinsaríið og Perluna, sum somuleiðis verður nýtt sum spælistað av og á, er støða ikki tikin til enn. Helena Dam á Neystabø, forkvinna í Mentanarnevnd Tórshavnar býráðs, ger tó greitt, at støðini skulu virka saman á ein gagnligan hátt.
Sissal bloggar: #2. partur | Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum | |
Sissal bloggar: #1. partur | Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum | |
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 | Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018 | |
Sigarettirnar eru skiftar út við snús | Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av... | |
Jólakalendarin: tiltøk í desember | Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan. |