Mín lestrarbýur: Aarhus

Mín lestrarbýur: Aarhus
Úrvalið av londum og býum, tá ein skal undir hægri lestur, er óendaligt, og ilt kann vera at finna útav, hvat stað hóskar best til ein sjálvan. Vit geva tí orðið víðari til útisetarnar, sum greiða frá fyrimunum og vansum við teirra lestrarbýi. Jóna Ólavsdóttir Dalsgarð er lesandi í Aarhus.
04.09.2013 - 17:15

Hey, eg eiti Jóna Ólavsdóttir Dalsgarð.  Eg lesi almenna fyrisiting í Aarhus, har eg búgvi saman við manninum og 2 ára gomlu dóttir okkara.

 

Vit valdu at fara til Danmarkar at lesa, millum annað orsakað av góðu umstøðunum til lesandi barnafamiljur í Danmark, familju og lestrarmøguleikum. Síðani var valið av lestrarbýi eingin ring avgerð at taka. Tann útbúgvingin maðurin valdi sær, var bara í Aarhus, so har var einki í at velja.

                            

Vit hava nú búð og lisið í Aarhus í 2 ár, og vit stórtrívast. Tá vit fortaldu fólki, at vit fóru til Aarhus at lesa, var svarið altíð "í Aarhus er sooo deiligt", so vit høvdu ikki væntað annað.

 

Aarhus er næststørsti býur í Danmark við sínum umleið 310.000 íbúgvum. Samanborið við Keypmannahavn, hevur Aarhus næstan tað sama at bjóða - bara eitt sindur minni av hvørjum.

 

Keypmannahavnarar síggja Aarhus eitt sindur sum havnamenn síggja Klaksvík. Skemtisøgurnar vit kenna um óklóku klaksvíkingarnar, ja tær eru um aarhusianarar í Danmark. Tað kann gott vera at jydar tosa eitt sindur bygdasligt - og ja dialektin smittar - men aarhusianarar eru eitt ótrúliga fitt fólkaslag. Fólk tú ikki kennir, tosa við teg í bussinum (serliga um tú hevur eitt smílandi andlit niðri í barnavogninum) og eru sum heild blíð og viðkomandi.

 

Í august 2012 varð Aarhus útvaldur til at verða mentanarhøvuðsstaður í Evropa í 2017, og er hetta nakað, sum avgjørt sæst aftur í býnum. Umframt breiða úrvalið av sjónleika-, tónleika- og listatilboðum er Aarhus eisini kendur fyri at heiðra mentanarliga margfeldinum.

 

Aarhus hevur eisini eitt lívligt føroyingaumhvørvi. Hetta við millum annað kóri, fótbóltsfelag, sunnudagsskúla o.s.fr. Har vit búgva í Skejby, búgva fleiri føroyskar barnafamiljur í umráðnum. Hetta ger, at føroysku børnini kennast og renna inn til hvønn annan at spæla, og so kennist tað so heimligt. Eg eri ikki í iva um, at barnafamiljurnar her í umráðnum taka undir við mær, tá eg sigi, at tað er einki minni enn fantastiskt at búgva í Aarhus við børnum.

 

 Flestu føroyingar uppliva, at danir eru ótrúliga sosialir. Og soleiðis er eisini í Aarhus. Hetta ger eitt serligt universitetsumhvørvi, sum ikki bert snýr seg um skúlating, men eisini um samveru aftnaná undirvísingina. Hæddarpunktið á skúlaárinum er árliga Kapsejlads tiltakið, har túsundavís av lesandi úr øllum landinum savnast til hugna og undirhald í Universitetsparkini.  

 

Men hóast tað er so ótrúliga gott at búgva í Aarhus, so eru eisini vansar. Millum annað eru bústaðarmøguleikarnir ikki teir allarbestu. Bíðilistarnir eru langir, og tað eru mestsum ongar lestraríbúðir, sum hava meira enn tvey kømur. Hetta merkir, at hevur tú barn/børn og tørv á størri plássi, eru prísirnir í hægra endanum.

 

Harafturat er busssambandið ikki at samanbera við Keypmannahavn. Kanska heldur sum í Tórshavn. Busssambandið er serliga vánaligt, um tú bara býrt eitt lítið sindur uttan fyri miðbyin. Og so er tað heldur ikki líka lætt at súkkla í Aarhus, tí at her eru satt at siga brekkur. Men tað venur ein seg við. Fleiri brekkur, strammari lør ;)

 

Niðurstøða: Eg vil avgjørt viðmæla fólki at fara til Aarhus at lesa. Havi tó bara lisið í Aarhus, so havi einki at samanbera við. Minst bara til at skriva teg upp til íbúðir í góðari tíð á t.d. ungdomsboligaarhus.dk og aarhusbolig.dk. 

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.