Fyrsta fløgan hjá Hamferð á veg

Hamferð í Havnar kirkju.
Fyrsta fløgan hjá Hamferð á veg
Hamferð, sum í 2012 vunnu altjóða Wacken Metal Battle kappingina í Týsklandi, geva í næstum sína fyrstu fløgu út og hava í oktobur undan-útgávukonsert í Norðurlandahúsinum.
05.09.2013 - 20:30

Seinni í heyst kemur fyrsta fløgan hjá dómadagsmálmsbólkinum Hamferð endiliga. Hóast Hamferð vunnu altjóða tónleikakappingina Wacken Metal Battle í Týsklandi í 2012 og harvið eisini tilboð um plátusáttmála við stóra týska plátufelagið Nuclear Blast, er tað Tutl, sum gevur komandi fløguna út. Hamferð vóru ósamdir við plátufelagið og valdu tí heldur at takka nei til stóra sáttmálan.

 

Fyrr í ár greiddu Hamferð soleiðis frá um nýggju fløguna í samrøðu við Röddina

Nýggja fløgan snýr seg um ein pápa og ein son, sum fara á fjall. Ódnarveður legst á teir, og faðirin missir sonin, greiðir forsangarin Jón Hansen frá. 

 

Spurdur, á hvønn hátt nýggja fløgan skilir seg frá EPini "Vilst er síðsta fet", sum kom út í 2010, svarar Theodor Kapnas, gittarleikari: 

 

- Hon koyrir eftir sama hookinum. Hon er seinni, men skjótari. Tyngri, men meira melodisk.

 

12. oktobur verður fyri fyrstu ferð møguleiki at hoyra komandi fløguna hjá Hamferð, tá ið bólkurin saman við íslendska tungmálmsbólkinum Sólstafir trínur á pall í Norðurlandahúsinum. Fløgan hjá Hamferð verður spæld úr enda í annan við fullari framleiðslu, og bólkurin lovar eina heilt serstaka konsert. 

 

Íslendsku Sólstafir er tann bólkurin innan tungmálm í Ìslandi, sum hevur klárað seg best á altjóða marknaðinum. Bólkurin spælir Pink Floyd-inspireraðan tungmálm og hevur seinastu árini spælt á eitt nú Roskilde, Wacken og Summer Breeze. Til ber at ogna sær atgongumerki til konsertina í Tutl fyri 250 kr.

 

Í januar í ár spældu Hamferð eina nógv umrødda konsert í Havnar kirkju, og hesa vikuna kom ein video-upptøka frá konsertini út. Síggj hana her

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.