- Tíðindi, mentan og ítróttur
MOOC: Ókeypis undirvísing gjøgnum internetið
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-forsida-stor/public/kobenhavns_universitet.jpg?itok=oOFaBJoi)
Tekstur: Sanna Nolsøe Djurhuus
Fyri stuttum kom eitt nýtt orð í “Oxford Online English” orðabókina. Orðið var “MOOC”, og hóast tey flestu av okkum ikki hava hoyrt tað fyrr, er tað nú so væl kent, at tað er viðurkent sum sum eitt orð. “MOOC” merkir “massive open online courses” ella umsett til føroyskt “víðfevnandi almenn skeið á internetinum”.
Hetta við ókeypis undirvísing á internetinum tykist kanska tápuligt, tá vit longu frammanundan kunnu leita alla okkara vitan fram júst á internetinum, men á millum annað Coursera.org hava tey tann fyrimun, at skeiðini verða hildin av so væl kendum stovnum sum Yale, Princeton og Stanford fyri at nevna nøkur fá, og enntá er Københavns Universitet komið upp í part. Universitetini, ið luttaka, fevna um allan heimin, og summi bjóða skeið á sínum egna máli, hóast flestu skeiðini eru á enskum.
Á Coursera gongur soleiðis fyri seg, at ein fyrst ger ein ókeypis brúkara. Síðan er lætt at tekna seg til skeið, sum koma í framtíðini, longu eru í gongd, ella hava verið. Skeiðini verða hildin soleiðis, at ein undirvísari talar um ymisk evni á eini røð av sjónbondum, og so skulu luttakararnir sum oftast svara spurningum inni í sjónbondunum. Eftir lokið skeið verður ein endalig roynd tikin, og síðan fáa luttakararnir eitt prógv fyri skeiðið.
Á Coursera verða í løtuni 68 skeið boðin á tilsamans 12 málum, ið umfevna greinar sum list, búskap, jura, tøkni, tónleik, evnafrøði og samfelagsfrøði fyri at nevna nakrar fáar.
Aðrir væl kendir MOOC útbjóðaðar eru Khan Academy, Udacity og edX, ið øll eru ókeypis og bjóða skeið frá væl kendum stovnum so sum MIT, Harvard og Berkeley.
At hetta ljóðar áhugavert er uttan iva, so eftir er einans at ynskja øllum góðan lesi- og lurtihug.
![]() |
Sissal bloggar: #2. partur | Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum |
![]() |
Sissal bloggar: #1. partur | Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum |
![]() |
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 | Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018 |
![]() |
Sigarettirnar eru skiftar út við snús | Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av... |
![]() |
Jólakalendarin: tiltøk í desember | Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan. |