Færri næmingar velja 10. flokk

Færri næmingar velja 10. flokk
Alsamt fleiri næmingar velja tíggjunda árið í fólkaskúlanum frá, og undirtøkan er minkandi. Hetta skrivar Skúlablaðið á heimasíðu teirra í dag.
10.09.2013 - 12:00

 

Rannvá Egholm
rannva@roddin.fo

 

Í nøkrum kommunum í landinum er mann byrjaður at samla 10. floksárgangin, og í Tórshavn hevur mann t.d. Nám X. Hetta hugtakið byrjaði í 2010, og í 2011 vóru tað 215 næmingar, ið valdu Nám X. Enn eru nógvir næmingar, ið velja tíggjuna árið í fólkaskúlanum, men undirtøkan er minkandi. Hetta skrivar skulabladid.fo í dag.


Í Klaksvík samlast allir 10. flokkarnir í Norðoyggjum, og í Fuglafirði samlast næmingar úr Fuglafirði, Gøtu og Leirvík. Á smærri skúlunum hava tey eisini tíggjunda flokk, men til dømis Sørvágs skúli hevur einans 7 næmingar, og Vestmanna skúli einans 9 næmingar í 10. flokki.

 

Í ár ganga 477 næmingar í 10. flokk, tað er 63.7% av næmingunum, sum gingu í 9. flokki í fjør. Fyri trimum árum síðani vóru tað 69% av 9. floks næmingunum, sum valdu at halda fram í 10. flokki.

 

Samstundis hevur mann sæð ein týðiligan vøkstur á næmingatalinum í Hoydølum, og í ár varð enn einaferð sett met. Færri næmingar velja nú 10. flokk og velja heldur at fara beinleiðis í miðnámsskúla.

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.