Fernisering: Laura Tórhalsdóttir

Fernisering: Laura Tórhalsdóttir
Í morgin verður fernisering í Smiðjuni í Lítluvík. Listafólkið handan framsýningina er 19 ára gamla Laura Tórhalsdóttir.
11.09.2013 - 16:15

 

Rannvá Egholm
rannva@roddin.fo

 

- Eg havi altíð tekna, og tað hevur altíð verið týdningarmikið fyri meg, at tað, sum eg tekni, líkist onkrum. Eisini tá eg var heilt lítil. Eg haldi, at hetta ímillum annað er ein av orsøkunum til, at stílurin hjá mær fyri tað mesta er realisma, sigur Laura Tórhalsdóttir, sum hóskvøldið 12. september hevur fernisering niðri í Smiðjuni í Lítluvík.


 

Framsýningin verður at síggja í Smiðjuni í Lítluvík hvønn dag frá 12:00-19:00 fram til 17. september, og ferniseringin verður í annaðkvøld klokkan 19:00. Har verður okkurt at drekka, og Nikolaos Kapnas fer at spæla nøkur løg.

 

- Tá ið eg var 16 ára gomul, tók eg eina avgerð um, at eg vildi tekna menniskju, portrait og annað tílíkt, og tað er tað, sum eg havi gjørt líka síðani. Har eru sjálvsagt nøkur undantøk, men tað týdningarmesta fyri meg er at fáa andlitini og helst eyguni at vera so livandi sum gjørligt. Eyguni, havi eg hoyrt, eru vindeyguni til sálina. Tí er tað tað, ið eg leggi størstan dent á, tá ið eg arbeiði. Eg elski at tekna og mála, og eg vóni at hetta, er nakað, ið eg sleppi at gera restina av mínum lívi og vónandi liva av eisini.

 

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.