Jón Gnarr: Heimsins kulasti borgarstjóri?

Jón Gnarr, klæddur út sum ein Jedi riddari úr Star Wars, saman við Yoko Ono og Lady Gaga. Mynd umvegis hungaree.com
Jón Gnarr: Heimsins kulasti borgarstjóri?
Skemtarin og eks-punkarin Jón Gnarr, sum hevur verið borgarstjóri í Reykjavík síðan í 2010, er ikki ein politikari heilt eftir bókini.
16.09.2013 - 16:15

 

Í Havn hava vit Heðin Mortensen. Tey flestu tykjast samd um, at hann yvirhøvur er ein fittur og fryntiligur maður, og so eigur hann ivaleyst eisini heiðurin sum Føroya ídnasti photo bombari. Fleiri virðiligir borgarar høvdu kortini allarhelst sett morgunkaffið í hálsin, vísti Heðin Mortensen seg alment í kjóla ella Star Wars-klæðum.

 

Í Reykjavík skal eftirhondini meira til, áðrenn borgararnir gerast bilsnir. Teir hava sæð eitt sindur av hvørjum síðstu trý árini, meðan Jón Gnarr hevur verið borgarstjóri. Til árligu LGBT-skrúðgonguna í Reykjavík í 2010 møtti hann upp sum drag queen. Í fjør vísti hann sín stuðul fyri Pussy Riot við at lata seg í ljósareyðan kjóla og balaklava á høvdið júst sum limirnir í russiska punk-bólkinum, og tá hann skuldi handa Lady Gaga LennonOno friðarheiðurslønina, møtti hann upp sum ein Jedi riddari úr Star Wars.

 

Spurdur, hví hann hevði latið seg í sum ein Jedi riddara, svaraði Gnarr einfalt í samrøðu við enska blaðið Dazed & Confused:

- Mær dámar Star Wars, og tað er stuttligt at lata seg í.

 

Tað er ikki løgið, at Jón Gnarr hevur verið at sæð um alla heimspressuna, síðan hann gjørdist borgarstjóri. Alt bendir eisini á, at íslendingar eru fegnir um ein borgarstjóra, sum onki hevur ímóti at fara í kjóla av og á fyri at stuðla einum góðum endamáli. Gnarr er best umtókti íslendski politikarin. Í løtuni hevur hann meira enn 73.000 likes á Facebook (til samanbering kann sigast, at í Reykjavík búgva 120.000 fólk), og útlendingar, sum ongantíð hava verið í Íslandi, bøna hann á Facebook-síðuni um at stilla upp aftur – bara tí hann ger heimin eitt sindur stuttligari.

 

Tað hevur kortini ikki altíð bara verið stuttligt hjá Gnarr. Hann hevur innlæringartrupulleikar og ADHD og vaks upp við einum harðligum pápa. Einans 13 ára gamal droppaði komandi borgarstjórin úr skúlanum, tí hann helt ikki, at tað, sum hann lærdi, fór at gagna honum í framtíðini, tá hann skuldi verða sirkusklovnur ella sjórænari.

Ístaðin kom Gnarr út í misnýtslu, sniffaði lím og biddaði, og kom ikki rættiliga fyri seg, fyrr enn hann uppdagaði punk og byrjaði at spæla tónleik nøkur ár seinni. Síðani tá hevur hann m.a. eisini starvast sum hýruvognaførari og gjørdist kendur skemtari. 

 

Politiska yrkisleiðin hjá Jón Gnarr byrjaði eftir kreppuna í 2008, tá íslendski búskapurin skramblaði saman. Andstygdin fyri ábyrgdarloysinum hjá stjórnini fekk Gnarr at stovna Besta flokkin í 2009 - eitt litríkt bland av tónleikarum, punkarum og poetum, sum fór á val við slagorðunum “Áfram allskonar!” ella “Hurrá fyri øllum møguligum tingum!”. Vallyftini hjá flokkinum fevndu m.a. um at fáa ein ísbjørn í djóragarðin í Reykjavík, at altingið skal verða rúsevnisfrítt í 2020, og at flokkurin fór at bróta øll lyftini, slapp hann inn.

 

Øðin og vónloysið millum fólk inn á politikararnar, sum høvdu stýrt landið út í álvarsomu kreppuna, vóru so stór, at Besti Flokkurin fekk flestar atkvøður til býráðsvalið. Jón Gnarr hevði brádliga 8100 starvsfólk undir sær og skuldi umsita eina fíggjarætlan uppá tvær milliardir íslendskar krónur.

 

Hóast komandi tíðin var merkt av nógvum truplum avgerðum, og Gnarr ongar royndir hevði innan politikk, er hann í dag framvegis best umtókti politikarin í øllum Íslandi og fer væntandi at stilla upp aftur til næsta býráðsval.

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.