- Tað feita er, at eg geri nakað, sum ikki øll klára

- Tað feita er, at eg geri nakað, sum ikki øll klára
26 ára gamla Anna Elinborgardóttir Berg hevur eitt rættiliga óvanligt ítrív. Hon er nevniliga bikini fitness atletur og hevur júst luttikið í donsku kappingini DBFF Newcomers, har hon kom í semi-finaluna.
17.09.2013 - 21:15

Stóri dreymurin hjá 26 ára gomlu Annu Elinborgardóttir Berg er at gerast professionellur fitness atletur. Fitness atletar royna fyrst og fremst at halda kroppin sunnan og í góðum formi, meðan t.d. bodybuildarar venja fyri at vaksa um vøddarnar.

 

Anna royndi seg fyri fyrstu ferð í kapping fyrr í septembur í ítróttargreinini bikini fitness. Dansk Bodybuilding og Fitness Forbund skipaði fyri kappingini, og Anna megnaði saman við 14 øðrum útav 32 at koma í semifinaluna.

 

-  Seks kvinnur komu víðari í finaluna, og har var eg tíverri ikki við. Eg eri tó sera nøgd við mín form og fekk at vita, at eg var ov trenað til at koma í finaluna. Næstu ferð kann tað vera, at eg ístaðin stilli upp í body fittness, sum er ein størri vøddaflokkur, men eg eri ikki heilt vís í tí, greiðir Anna frá. Hon er búsitandi í Keypmannahavn og starvast dagliga sum fangavørur á Venstre fængsel.

 

- Eg havi seinastu 3 árini verið í holt vid eitt stórt vekttap. Mær tørvaði eitt mál, og tí valdi eg at venja fram ímóti at stilla upp í Bikini Fitness.

 

Styrkivenjing verður ofta sæð sum nakað maskulint, men hetta heldir Anna vera gamaldags, og hon følir seg bara meira feminina við vøddunum.

 

- At seta styrkivenjing í samband við nakað maskulint er við at verða ein gamal hugsanarháttur. Sjálvt um eg havi sjónligar musklar, ger tað meg ikki størri. Eg havi ikki feitt runt um musklarnar, og feitt fyllir meira enn musklar. Eg føli meg nógv meira feminina nú, enn eg nakrantíð havi gjørt fyrr, sigur Anna.

 

Hon hevur ikki altíð havt lívsstílin, hon hevur nú. Síðstu trý árini hevur hon tapt seg næstan 50 kilo og arbeiðir framvegis støðugt fram ímóti at koma í betri form. Hon ætlar at luttaka í fleiri kappingum, og næstu ferð verður eitt semifinalupláss ikki nóg gott.

 

- Eg møti nógvum óvitandi og fordómsfullum fólki, sum ikki halda tað vera sunt, ella sum halda, at eg burdi livað eins og øll onnur. Tað er kortini júst tað feita við ítróttinum. Eg geri nakað, sum ikki øll klára, tí øll hava ikki somu drívmegina ella eru eins málrættað. 

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.