Hvussu endar Breaking Bad?

Hvussu endar Breaking Bad?
Röddin hevur spurt nakrar Breaking Bad fjepparar, hvussu teir halda, at vælumtókta sendirøðin fer at enda nú sunnudagin.
27.09.2013 - 12:00

 

Breaking Bad snýr seg í stuttum um evnafrøðilæraran Walter White, sum fær staðfest krabbamein. Hann møtir sínum gamla næmingi Jesse Pinkman, og saman byrja teir at bryggja methamfetamin fyri at vinna pening. Teir verða skjótt innblandaðir í eitt sera kriminelt umhvørvi, og hyggjarin fylgir gongdini í lívi og yrkisleið teirra frá byrjan til enda. Nú er ein partur eftir, og Röddin hevur fingið 5 boð um, hvussu Emmy-virðislønta sendirøðin fer at enda.

 

Andrias Olsen, 19 ár:

- Walter ger eina óhugnaliga roynd at drepa Gretchen og Elliott, sjálvt um tað er tað reina sjálvmorð, men verður órógvaður av einum svøkum Jesse. Tað eydnast Jesse at bróta út úr búrinum, men í staðin fyri at flýggja fer hann eftir Uncle Jack og banda hansara og drepur teir allar so kyniskt, sum til ber. Eftir hetta fer Jesse beint eftir familjuni hjá Walter. Men Walter hevur fingið varhugan av, hvat Jesse er í gongd við, og fer so eftir Brock, og so møtast øll heima hjá Walter. Eg giti, at bæði Brock, Walter Jr. og Jesse doyggja. Eftir allan ruðuleikan er ein sinnisjúk Skyler við einabarni sínum og ein flýggjaður Walter við DEA eftir sær.

 

Sámal Kristiansson, 18 ár

- Breaking Bad plagar ikki at hava persónar við, sum ikki spæla eina rollu í hendingagongdini; so eg giti, at Vince Gilligan hevur eina ætlan við Grey Matter Technologies, sum fer at hvøkka øll (a la Los Pollos Hermanos)! Eg vænti, at tað fer at enda við einum øgiligum bresti millum Uncle Jack & Co. saman við Lydiu móti restini, har Walt vónandi sleppur at bøta um tað, sum hann hevur framt móti familjuni við einari djarvari síðstu gerð. Men eitt er sikkurt eftir at hava sæð teir síðstu partarnar: the reaction has begun, and there's no going back!

 

John Jacobsen, 20 ár: 

- Walter fer at enda sina rollu sum Heisenberg, sjálvt um hann veit, at tað inniber, at hann verður fangaður. Hann ger tað, tí hann hevur mist alt; hann hevur mist sína familju, sínar pengar, og hann skítir á, um hann verður koyrdur í geglið. Rokni eisini við, at hann fær Jesse við sær at drepa Uncle Jack og Todd. Tað endar við, at Jesse etur ricin eiturið, og Walter roynir at bjarga honum, men tað eydnast ikki.

 

Hjalte F. Bachman, 19 ár:

- Walter drepur Gretchen og Elliott, tí hann følir, at tað er teirra skyld, at hann er endaður í tí støðu, sum hann er í nú. Jesse klárar at flýggja undan Uncle Jack og hansara monnum og fer eftir Brock, so teir kunnu byrja eitt nýtt lív saman. Ein onnur ímyndað hendingagongd kundi verið, at Jesse sleppur úr búrinum og drepur Uncle Jack & Co. Men vit vita eisini, at Jesse hevur nógv hatur móti Walter, so kanska hann fer eftir familjuni hjá Walter. Men eftir alt tað, Walter hevur gjørt fyri Jesse, bæði ringt og gott, trúgvi eg ikki, at Jesse klárar at gera teimum nakað ringt. Alt í alt er tað rætt og slætt ógjørligt at koma við einari endaligari niðurstøðu til, hvat fer at henda, tí tað eru so ræðuliga nógvir leysir endar – so vit mugu bara bíða spent, inntil tann endaligi parturin kemur út!

 

Andrias Rudolfsson, 17 ár:

- Walter fer í fongsul, og har verður hann stungin av nøkrum fangum. Jesse Pinkman verður dripin av Uncle Jack og banda hansara. Skylar fer eisini í fongsul, tí hon hevur hjálpt Walter.

 

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.