- Tíðindi, mentan og ítróttur
Nýggj starvsfólk á Röddini!
Nýggj starvsfólk á Röddini!
Á Röddini fegnast vit um at kunna bjóða tveimum nýggjum starvsfólkum vælkomnum.
30.09.2013 - 14:30
Síðstu mánaðirnir, síðan vit um miðjan juli endiliga lanseraðu Röddina, hava gingið við rúkandi ferð, og vit fegnast nú um at kunna bjóða tveimum starvsfólkum afturat uppí redaktiónina. Hesi eru Una Nielsdóttir Galán og Pætur Hjalmar Evensson, og tey fara framyvir at skriva tíðindi og greinar á Röddini.
Pætur er 19 ár, gongur í 3.g í Hoydølum og er hálvur hvalbingur.
Una er 17 ára gomul. Í frítíðini dámar henni væl at skriva, taka myndir, spæla bass og nógv annað. Eisini er hon ein av bloggarunum handan Fjøllini Dansa.
Röddin bjóðar Unu og Pætur hjartaliga vælkomnum!
Sissal bloggar: #2. partur | Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum | |
Sissal bloggar: #1. partur | Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum | |
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 | Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018 | |
Sigarettirnar eru skiftar út við snús | Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av... | |
Jólakalendarin: tiltøk í desember | Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan. |