Uppskot um borgarligt hjúnaband millum samkynd næstan klárt

Uppskot um borgarligt hjúnaband millum samkynd næstan klárt
Um fáar vikur verður uppskotið hjá Rigmor Dam, Bjørt Samuelsen og Poul Michelsen um borgarligt hjúnaband millum tvey av sama kyni klárt at leggja fyri tingið.
30.09.2013 - 16:45

Fá hava allarhelst gloymt rokið, sum var, tá løgtingið viðgjørdi og at enda viðtók málið um 266b í ár 2006. Áhugavert verður tí at síggja, hvussu verður um fáar vikur, tá uppskotið um borgarliga vígslu millum samkynd verður lagt fyri tingið.

 

- Í løtuni arbeiða vit við løgfrøðiliga partinum og vilja ikki úttala okkum um smálutir í samband við uppskotið. Eg kann kortini siga, at uppskotið er á gáttini til at vera klárt, segði Rigmor Dam, tá Röddin fekk orðið á hana í dag. Tað eru hon, Poul Michelsen og Bjørt Samuelsen, sum hava tikið stig til uppskotið. Spurd, um uppskotið kemur fyri tingið hesumegin nýggjárið, svarar hon sannførd:

 

- Ja, nú er tað ein spurningur um nakrar vikur. 

 

Upprunaliga skuldi uppskotið koma fyri tingið í vár, men tí talan er um danskt málsøki, er løgfrøðiligi parturin rættiliga fløktur, og hetta hevur drigið arbeiðið út. 

 

Í samrøðu við in.fo segði Rigmor Dam soleiðis síðst í august-mánað:

 

- Vit hava sett okkum fyri, at løgtingið skal ikki sleppa undan at taka støðu til rættindini hjá samkyndum.

 

Hon segði eisini, at hon visti ikki rættiliga, hvussu undirtøkan í tinginum fer at vera fyri uppskotinum. Tað veldst, um tinglimirnir sleppa at atkvøða eftir egnari sannføring, ella um málið verður gjørt til eitt samgongumál. Hon vísti kortini á, at umso hvat úrslitið verður, kann uppskotið slóða fyri, at málið verður mýkt og kann leggjast fyri tingið aftur seinni. 

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.