Fountain House gerst veruleiki í Føroyum

Fountain House gerst veruleiki í Føroyum
Seinastu tíðina hevur mann merkt nógv til, at tørvur er á einum Fountain húsið í Føroyum, og hetta síðsta árið hevur nógv verið arbeitt við at røkka málinum. Í dag veit Fountain House Føroyar at siga á sínari síðu á Facebook, at landið fer at lata átakinum 2 milliónir.
01.10.2013 - 15:45

 

Rannvá Egholm
rannva@roddin.fo

 

Stutt eftir, at tónleikarin, Rasmus Rasmussen, doyði í fjør, tóku nøkur fólk stig til at seta á stovn eitt Fountain hús í Føroyum, ið er ætlað sálarsjúkum fólki. Áðrenn hetta hevði tað verið nógv frammi, at tørvur var á slíkum húsi, og eftir deyða Rasmusar kom ordiliga glið á arbeiðið. Ein vælgerðagrunnur varð settur á stovn í Rasmusar navni, og tann 20. oktober 2012 var eitt stórt stuðulstiltak fyri Fountain House Føroyar grunninum og minniskonsert samstundis í Sjónleikarhúsinum.


- Í dag kunnu vit alment boða frá, at landið hevur valt at geva 2 milliónir til at seta eitt Fountain House á stovn í Føroyum. Sær út til, at Fountain House gerst veruleiki í 2014, skrivar grunnurin á sínari Facebook síðu í dag

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.