- Tíðindi, mentan og ítróttur
Sinead O’Connor ákærir Miley Cyrus fyri happing

Seinastu dagarnir hevur ein viðmerking í miðlunum frá Miley Cyrus elvt til stórt stríð ímillum hana og navnframu írsku songkvinnuna Sinead O’Connor, sum gjørdist víðagitin við lagnum Nothing Compares 2U í 1990. Sambært USA Today hevur O’Connor hótt við at stevna Miley Cyrus fyri happing á netinum.
Rokið botnar í, at Miley Cyrus greiddi miðlunum frá, at umstrídda sjónbandið Wrecking Ball, sum kom út í septembur, er gjørt við íblástri frá ikoniska sjónbandinum Nothing Compares 2U. Sjónbandið hevur fingið nógvar atfinningar fyri sínar greiðu erotisku undirtónar, har Miley Cyrus millum annað sleikir einum hamara og framførir nakin.
Samanberingin hevði við sær, at Sinead O’Connor skrivaði eitt alment bræv, har hon ávarar Miley Cyrus ímóti at lata seg útnytta av tónleikavinnuni.
- Tú hevur nóg góð evnir til, at tær ikki nýtist at lata tónleikavinnuna gera teg til eina skøkju. Tú skuldi heldur ikki latið tey lumpað teg. Tú kanst vera vís í, at ongin av teimum leggur ein beinan lort í teg. Tey gera tað fyri pengarnar... vit gera tað fyri tónleikin, skrivar O’Connor millum annað í brævinum.
Hóast brævið var ætlað sum ein bersøgin, men vinarlig roynd at beina ungu poppstjørnuna á røttu leið, fall tað ikki í góða jørð. Miley Cyrus svaraði aftur við at leggja eina skermmynd út á Twitter. Myndin vísir tweets, sum Sinead O’Connor legði út fyri tveimum árum síðani, tá hon var illa fyri sálarliga og biðjur um hjálp. Ætlanin við myndini er eftir sigandi at fáa fólk at halda, at Sinead O’ Connor framvegis er plágað av sálarligum trupulleikum.
- Miley... Seriøst? Hvør f*** ráðgevur tær? Tí at leggja eftir mær er enn f****** býttari enn at uppføra seg sum ein skøkja og so at kalla tað feminismu. (...) Tak tíni tweets niður beinanvegin, ella hoyrir tú frá sakførarunum hjá mær, skrivaði O’Connor í svari á Facebook.
Eitt sindur seinni váttaði hon eisini, at sakførarar hennara fara at seta seg í samband við Miley Cyrus.
- Mínir sakførarar seta seg í samband við sakførararnar hjá Miley Cyrus í samband við hetta málið. Eg vátti eisini, at eg á ongan hátt stuðli ella fyrigevi misnýtsluni ella háðani av teimum, sum hava verið nóg djørv at tosa opið um sálarligar trupulleikar. Háðan førir til deyðsføll. Punktum. Tað er eitt slag av happing, sum ikki kann góðtakast, óansæð hvør tað er, sum happar.
|
Sissal bloggar: #2. partur | Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum |
|
Sissal bloggar: #1. partur | Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum |
|
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 | Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018 |
|
Sigarettirnar eru skiftar út við snús | Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av... |
|
Jólakalendarin: tiltøk í desember | Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan. |




