- Tíðindi, mentan og ítróttur
Hússj: Sníkjarin
Eg hevði sæð hann ofta í skúlanum fyrr. Tá gekk hann í 3.s, og eg gekk í 1.s. Tað hevði sum so ikki verið nakað ímillum okkum, men vit høvdu bara havt eygnakontakt viðhvørt. Til jólaveitsluna í skúlanum møttust vit so á dansigólvinum. Vit byrjaðu skjótt at dansa, dansurin gjørdist bara frekari og frekari, og at enda stóðu vit mitt á gólvinum og fríggjaðu.
Tað varð ikki leingi, áðrenn hann togaði meg út og bað meg koma við sær heim. Eg ivaðist eitt sindur, tí eg kendi hann ikki, var nýggj á skúlanum, og eg tímdi ikki at gera nakað býtt. At enda segði eg so ja.
Hann búði ikki so langt vekk, men tað var beint fyri jól og bítandi kalt uttanfyri, so hann ringdi eftir einum taxabili. Vit fríggjaðu allan vegin heim á baksetrinum - stakkals taxasjafførur.
Vit koma so til eitt hús, fara upp á loft, inn í eitt kamar og lata okkum skjótt úr klæðunum, ið er vorðin eitt sindur vát av kavanum. Vit eru køld, so vit skunda okkum at koyra dýnuna rundan um beru kropparnar. Tað gerst skjótt heitari. Sjálvt um vit ikki kendust áðrenn, so tyktist tað sum, at vit høvdu longst eftir hvør øðrum í langa tíð, og vit vóru bæði øst. Men rúsdrekka spælir eisini sín leiklut, og eingin av okkum klárar at halda á so leingi. Vit verða tó bæði skjótt nøgd og leggja okkum síðani at sova. Døgg var á vindeygunum.
Eg vakni nakrar tímar seinni, og tað er vorðið ljósari uttanfyri. Eg liggi undir honum, og hann svevur enn fast. Spakuliga koyri eg annan armin hjá honum av mær og førki meg vekk frá honum. Eg hyggi út og havi ikki ánilsi av, hvar eg eri. Tað var so myrkt um náttina, tá ið vit koyrdu heim, og hansara hendur og mussar høvdu villeitt meg.
Eg skundi mær at lata meg í, taki jakkan og turriklæðið undir armin og sníki meg oman trappurnar. Brenniovnurin er frá, og kertuljós er tendrað í stovuni. Eg lukti eisini, at døgurðin er í ovninum, og tað luktar av fleskasteik. Eg hyggi eitt sindur rundan um meg, men síggi eingi fólk og gangi stillisliga yvir til hurðina. Hon er stongd. Eg leiti eftir einum lykli, royni at finna útav, hvussu eg kann opna hurðina, men hon verður verandi stongd. Eg royni at hyggja eitt sindur rundan um meg og viti, um eg kann sleppa út upp á onkran máta. Tá hoyri eg nøkur fótafet á loftinum, fari í panik og leypi út gjøgnum eitt vindeyga.
Eg kann leggja afturat, at eg ikki eri úr Havn, og tá ið eg var komin út ígjøgnum hetta vindeygað, stóð eg í einum garði uttanfyri eitt fremmant hús, og eg hevði ikki ánilsi yvir, hvar eg var. Nakrar minuttir seinni sá eg tó Steinatún og fann vegin til vinkonuna, har eg skuldi sova.
Sissal bloggar: #2. partur | Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum | |
Sissal bloggar: #1. partur | Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum | |
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 | Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018 | |
Sigarettirnar eru skiftar út við snús | Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av... | |
Jólakalendarin: tiltøk í desember | Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan. |