Húsplantur fyri nýbyrjarar

Húsplantur fyri nýbyrjarar
Hevur tú nakrantíð roynt at havt plantur, sum eru deyðar eftir bert fáum døgum? Húsplantur kunnu vera ein gáta, um tú ikki veitst, hvussu tú skalt ansa eftir teimum. Her eru nøkur hent ráð, um millum annað hvussu tú heldur teimum livandi, og hvat tær í grundini eru góðar fyri.
09.10.2013 - 23:45

 

Fyrimunirnir við at hava plantur í heiminum eru nógvir. Tær gera tað millum annað lættari hjá okkum at anda, betra um heilsu okkara og hjálpa okkum at savna okkum betur. Gott er at hava plantur í øllum rúmunum, sum verða nýtt dagliga.

 

Summar plantur gera meira enn at prýða um heimið, tær reinsa eisini luftina fyri dálkingarevni. Nøkur dømi um hesar plantur eru Aloe Vera, Ficus benjamina, Phalaenopsis og Spathiphyllum. Minstamark er ein planta fyri hvørjar 30 rúmmetrar, um tú vilt halda luftini heilt frískari. Tess fleri, tess betur.

 

Eitt gott ráð er at seta 10 minuttir av hvørja viku til at vatna plantunum, at pilka følnað bløð av og at venda teimum. Hetta er nóg mikið fyri summar plantur - aðrar hava tørv á eitt sindur meira.

 

Vatna planturnar við regni. Stilla eina vatntunnu ella annað ílat út fyri at samla regnið, sum tú síðani kanst brúka at vatna húsplantunum við. Regnið er jú nátúrliga vatnkeldan hjá plantunum. Hetta er serliga gott uttan fyri Føroyar, har kranavatnið ofta inniheldur kálk og/ella onnur evni. Summum plantum tørva meira vatn enn aðrar. Stórar plantur, sum vaksa í lítlum potti, ið stendur í nógvum ljósið hava ofta tørv á dupult so nógvum vatni, sum ein lítil planta í einum stórum potti í køvdum ljósi. Við tíðini gerst lættari hjá tær at síggja, um plantuni tørvar meira vætu.

 

Tá tú keypir plantur skalt tú vraka tær, hava fylgjandi: Bløð við brúnum plettum ella holum, insekt, puturkenda blámu, gráa og loðna blámu - hetta eru alt tekin uppá eina ósunna plantu. Insekt, sjúkur og bláma kann smitta á hinar planturnar hjá tær.

 

Brúka økologisk kunsttøð fyri at geva plantunum føðsluevni og sunnan vøkstur.

 

At byrja við er skilagott at hava plantur, sum tola at tú kanska gloymir at vatna tær av og á og sum ikki leggja nakað í, um luftin er turr og/ella at lítið er av ljósi (eina løtu í øllum førum). Stutt sagt: Byrja við einum kaktusi.

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.