- Tíðindi, mentan og ítróttur
Landsdystur í kvøld
Í kvøld klokkan 18.00 taka Føroyar ímóti Kasakstan á Tórsvølli. Seinast vit spældu móti Kasakstan løgdu vit okkum á odda 1-0. Men hetta helt bara til hálvleiks, og Kasakstan fór avstað við einum 1-3 sigri.
Um Føroyar fáa stig í hesum bólkaspælinum er tað mest sannlíkt, at tað verður ímóti Kasakstan. Kasakstan liggur næstaftast, so útlitini eru góð fyri einum góðum úrsliti.
- Vit hava sæð tað í fleiri av undanfarnu dystunum, at marginalarnir hava ikki verið við okkum. Men nú haldi eg, at tíðin er komin at teir fara at vera við okkum, sigur Lars Olsen vónríkur við sportal.fo
Hópurin er úttikin, og nógvir nýggir ungir leikarar eru í hópinum. M.a. málverjin Símun Rógvi Hansen og verjuleikarin Rói Danielsen, sum báðir koma úr AB. Hetta er eitt frískt og spennandi val av Lars Olsen, sum annars hevur fingið nógvan kritikk um eina heldur óheldiga viðmerking herfyri. Hann segði, at nógvir leikarar á Kasaksthanska liðnum spæla í Russlandi, hóast eingin ger tað. Síðan hevur hann ásannað, at hann tók feil, og hevur biðið um umbering.
Jóan Símun Edmundsson er ein av profilunum á landsliðnum, og hann hevur góðar vónir til dystin.
- Vit eru í øllum førum bjartskygdir. Sum sagt hevur Kasakstan eitt gott lið, men teir eru ikki so vanir við vinna, og nú eru vit á heimavølli, so vit hava góðar vónir, sigur Jóan Símun við sportal.fo
Oddsini fyri at Føroyar vinna ein landsdyst plaga at vera himmalhøg. Men hesa ferð eru oddsini rættiliga jøvn. Hjá veddingarfyritøkuni Bet365 eru oddsini 3,75 uppá føroyskan sigur, 3,40 uppá javnleik, meðan tað er 2,00 fyri ein sigur til Kasakstan.
Vónandi klára Føroyar saman við Lars Olsen at fáa fyrsta sigurin í hesari kappingini í hús!
Sissal bloggar: #2. partur | Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum | |
Sissal bloggar: #1. partur | Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum | |
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 | Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018 | |
Sigarettirnar eru skiftar út við snús | Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av... | |
Jólakalendarin: tiltøk í desember | Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan. |