Spotify komið í ringt ljós

Spotify
Spotify komið í ringt ljós
Radiohead og Aroms for Peace sangarin, Thom Yorke, langar út eftir Spotify. Saman við Nigel Godrich heldur meinar hann, at Spotify hevur ringa ávirkan á nýggjan tónleik.
11.10.2013 - 10:30

Fyri at basa ólóligu piratkopieringini, sum hevur stungið seg upp seinastu árini, hava svenskarar gjørt streamingtænastuna Spotify. Tænastan gevur brúkarum møguleika at lurta eftir tónleiki ókeypis.

 

Sambært hollendskari kanning hevur Spotify tænastan givið úrslit. Talið av downloadaðum sangum í tíðarskeiðnum 2008-2012 er follið frá 32% til 22%. Samstundis er talið av downloadaðum filmum økt úr 10% til 18%.

 

Í summar langaðu Atoms for Peace limirnir Thom Yorke og Nigel Godrich út eftir Spotify. Atoms for Peace tóku øll teirra album av Spotify. Thom Yorke, sum eisini er sangari í Radiohead, tók eisini eitt soloalbum hjá sær sjálvum av. Yorke meinar, at Spotify er ringt fyri nýggjan tónleik, og tónleikurin missir virði, tá hann er ókeypis.

 

- Tak ikki feil. Teir nýggju tónleikararnir, tú uppdagar á Spotify, verða ikki betaldir. Í staðin fara pengarnir til eigararnar aftanfyri. Nei, vit standa upp fyri okkara musikalsku tónleikavinum, skrivar Yorke á Twitter.

 

Nigel Godrich óttast, at verður tað ikki gjørt meira rættvíst fyri nýggjar producarar og tónleikarar, gongur tað út yvir tónleikin í síðsta enda.

 

- Tað kostar at skapa nýggjan tónleik. Pink Floyd hava forvunnið milliardir av dollarum gjøgnum tíðina. Um fólk høvdu lurtað eftir Pink Floyd á Spotify í 1973, í staðin fyri at keypt pláturnar, ivist eg stórliga í, at ”Dark Side” varð blivin gjørd.  Tað hevði heilt einkult verið ov dýrt, tweetar Godrich.

 

Sum svar uppá hesar skolurnar frá Yorke og Godrich, svarar Spotify hetta til tónleikablaðið NME:

 

- Beint nú eru vit enn í byrjanini av einari langtíðarætlan, sum longu nú hevur góð árin á tónleikararnar. Vit hava longu betalt $500 m til rættindahavarar, og í endanum av 2013 verður talið til $1 milliard. Ein stórur partur av pengunum verður invisteraður í at uppala nýggj talentir og framleiða nýggjan tónleik. Vit vilja gera Spotify til ta mest tónleikaravinarligastu tænastuna sum til ber.

 

Fyrr í vikuni kundi Spotify hátíðarhalda teirra fimmársdag við enn einari atfinningarsamari viðmerking um tænastuna frá Thom Yorke.

 

- Allir tónleikarar mugu forða hesum Spotify-tinginum! Spotify er mær ein sovoðin bardagi, tí hetta handlar um framtíðina fyri allan tónleik, og um at vit trúgva uppá, at tónleikurin hevur eina framtíð. Fyri meg er Spotify ikki mainstream, fyri meg er hetta tann síðsti vónleysi freturin frá einum doyggjandi kroppi, segði Yorke við enska blaðið The Independent.

 

 

 

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.